Bøna og biðja fólk flýggja

Myndugleikarnir í Kalifornia ásanna, at teir hava ikki tamarhald á skógareldunum. Minst 500 hús eru brunnin í grund

-Skundið tykkum burtur, áðrenn eldurin kemur!

 

Myndugleikarnir í Kalifornia bøna og biðja fólk sleppa sær til rýmingar undan teimum 14 skógareldunum, sum herja har suðuri í statinum. Arnold Schwarzenegger, guvernørur, hevur lýst fleiri øki í undantaksstøðu, og í morgun setti hann 1.500 mans hjá tjóðarhirðini at hjálpa teimum ovbyrjaðu sløkkiliðsmonnunum.

 

Men umstøðurnar at sløkkja eldarnar kundu valla verið verri. Tað hevur verið óvanliga turt leingi, teir seinastu dagarnar hevur vindurin verið rættiliga frískur, og veðurmenninir siga ikki frá nakrari broyting.

 

Myndugleikarnir siga, at hóast sløkkiliðini hava meiri enn 300 sløkkiliðsbilar, fleiri gravimaskinur og 20 flogfør og tyrlur, so hava eldarnir breitt seg teir seinastu dagarnar. Skaðin er eisini stórur. Umleið 500 hús eru brunnin í grund, og einir 100 handlar hava fingið somu lagnu, sigur CNN.

 

Serliga økið kring býin San Diego er meint rakt av skógareldunum. Har eru umleið 250.000 fólk rýmd frá húsi og heimi, og fleiri túsund fólk hava leitað sær skjól á einum stórum ítróttarøki í býnum.