Fugloyar kommuna er tann kommuna, sum hevur lægsta skattaprosentið. Tað er 16.
Haraftrat hevur eingin kommuna so høgan barnafrádrátt sum Fugloyar kommuna, 10.000 krónur. Nevnast skal tó, at í Fugloy er bara eitt barn í barnafrádráttaraldri.
Sands kommuna, Skopunar kommuna og Tvøroyrar kommuna hava hægst skattaprosent, 23,50 prosent. Barnafrádrátturin hjá hesum kommunum er ávikavist 6.000, 6.000 og 5.000 krónur.
Skúvoyar kommuna hevur eins og Fugloyar kommuna 16 í skattaprosenti, men har er barnafrádrátturin bara 3000 krónur. Sambært yvirlitinum hjá Hagstovu Føroya eru eingi børn undir 18 ár í Skúvoy.