ÍSF
Tá Føroyar upprunaliga søktu um limaskap í 1984, uppfyltu vit nevnliga allar treytir fyri upptøku, um hugsað verður um tjóðskaparliga partin. Hesa umsókn hevur IOC ongan tíð havnað, og nú reglurnar fyri upptøku eru broyttar, er tað tí avgerandi, at Føroyar halda fast um longu sendu umsóknina. Og ikki minst teimum treytum, sum tá vóru galdandi.
Samstundis sum Ítróttasamband Føroya roynir at gera síni sjónarmið galdandi í beinleiðis samskifti við IOC, er møguleiki fyri, at eitt sakarmál, ið Gibraltar hevur reist mótvegis IOC, kann hjálpa Føroyum. Gibraltar søkti um limaskap um somu tíð sum Føroyar og uppfylti somuleiðis allar treytir. Gibraltar vil nú hava IOC at viðurkenna, at mismunur varð gjørdur, og at umsóknin tí eigur at verða viðgjørd av nýggjum eftir teimum reglum, sum vóru galdandi, tá umsóknin varð latin IOC.
- Frá keldum í IOC hava vit frætt, at um Gibraltar fær viðhald í hesum sakarmáli, verða bæði Gibraltar og Føroyar upptikin sum limir, segði Heðin Mortensen í formansfrágreiðng síni.