Seinastu dagarnar hevur nógv verið at hoyrt um, at bæði hermenn, arbeiðsfólk og sivilfólk annars eru á sonevnda stálverkinum - Azovstal - í sundurbumbaða ukrainska býnum, Mariupol.
Her hava sivilfólk søkt sær skjól undan russisku rakettunum, sum í vikur hava regnað yvir býin, og her hava ukrainskir hermenn fingið sær skansa móti russiska álopsherinum, sum hevur valdið í Mariupol annars.
Men, hvat er tað, sum ger Azovstal so serstakt?
Í fyrsta lagi er hetta eitt ógvuliga sterktbygt jarn-og stálverk, bygt í 1930, og økið tilsamans er nakrar ferkilometrar stórt.
Her arbeiddu eini 11.000 fólk, men sambært stjóranum á verkinum, Jurij Ryzjenkov, sum CNN hevur skift orð við, vita tey bara um 4.500 fólk, sum samband hevur verið við síðan óteljandi russisku álopini á Mariupol og stálverkið.
Heilar tveir mánaðir eftir russisku innrásina, verður mett, at nøkur hundrað sivilfólk framvegis eru inni á verkinum, umframt einir 2000 ukrainskir hermenn. Útlendskir miðlar skriva, at í minsta lagi 150 av arbeiðsfólkunum, sum her høvdu sína dagligu gongd, eru dripin í russiskum álopum.
Sagt verður, at undir verkinum eru nógvir tunlar, og nakrir av hesum liggja heilar átta metrar undir jørðini. Sagt verður eisini, at her eru nøkur rúm, sum eru trygg móti einari kjarnorkubumbu.
Her eru fleiri enn 30 bunkarar undir jørð, og sagt verður, at fimm av bunkarunum høvdu tolt eitt kjarnorkuálop.
- Stálverkið liggur líka sum úti á einari hálvoyggj, har sjógvur er til tríggjar síður. Tí hevur tað higartil borið til at vart verkið, og tí hevur Azovstal eisini verið mett at vera tryggasta staðið móti russiskum álopum.
Nú umleið 100 sivilfólk sluppu av verkinum í gjár, eru longu skrivaðar søgur um, hvussu skilið á verkinum er og hevur verið. Her tørvar matur og vatn fyri at yvirliva. Ukrainar sendu í mars einar 40.000 portiónir av mati, og hetta er tað, sum fólkini á verkinum hava livað av seinastu vikurnar.
Umframt tey umleið 100, sum vórðu flutt av verkinum og til annan bý langt burturi, komu eisini nøkur av verkinum, sum fóru til sín sjálvs í økinum nærindis - altso, um íbúðarblokkurin tá yvirhøvur stóð uppi.
Tað var ikki fyrr enn í 2014, tá russiski herurin tók Krim-hálvoynna í Svartahavinum frá Ukraina, at farið varð í holt við at seta rúmini á verkinum í stand. Tá høvdu fleiri av bumburúmunum staðið og savnað dust síða tíðina hjá Sovjetsamveldinum.
- Tá kríggið byrjaði í mars, søgdu vit, at fólk kundu koma til okkara. Vit stúrdu fyri, at Mariupol fór at verða bumbaður, men vit høvdu ikki væntað at uppliva slíka krigsføring, sigur stjórin á verkinum við CNN.
Geir Hågen Karlsen, sum starvast hjá Forsvarets Stabsskole í Noregi, sigur við norska kringvarpið, NRK, at ukrainskir hermenn higartil hava megnað at vart seg á Stálverkinum, og her kunnu russar saktans koma at missa væl av fólki.
- Partar av økinum eru ógvuliga krevnandi og avbjóðandi, um lopið verður á, og hartil hevur tað verið ógvuliga trupult hjá russsiska herinum antin at knúst verkið - ella at tikið valdið yvir ukrainsku hermonnunum á verkinum.
Og hermenninir hava ikki viljað givið seg yvir.
Geir Hågen Karlsen heldur tó ikki, at Azovstal hevur so stóran strategiskan týdning fyri russar í krígnum, men russar høvdu ynskt at fingið veruligt eftirlit við verkinum, soleiðis at deildir hjá teimum, sum nú kringseta verkið, vórðu leysgivnar.
- Um ikki okkurt serligt hendir, vænti eg, at russiski herurin at enda fær valdið yvir stálverkinum, sigur hann við NRK.
##med2##