Áway økir nú um útboðið

- Eftir fyrireikingar í eina tíð, eru teir hjá Áway í Norðragøtu nú klárir at bjóða seg fram innan hvs.

 

- Eftir fyrireikingar í eina tíð, eru vit nú klárir at bjóða okkum fram sum ein seriøsur, álítandi og tryggur veitari til alt innan hvs.

 

Tað siga teir á maskinverkstaðnum Áway í Norðragøtu, sum brøðurnir, Álvur og Tollakur Joensen, eiga og reka.

 

- Seinastu fýra árini hava vit havt mest fokus á maskinsmíð, veitingar til skip, sølu og viðlíkahald av truckum, kranun, umframt viðlíkahald av alskins slagi innan maskinsmíð.

 

Áway vísir á, at hvs hevur verið partur av virkseminum, men mest í nærumhvørvinum.

 

- Nú økja vit um hetta virksemi og bjóða okkum at veita alt innan hvs kring alt landið.

 

Áway hevur sett roynt fólk at taka sær av hvs-virkseminum hjá maskinverkstaðnum í Norðragøtu.

 

Lagt verður aftrat, at goymslan eisini verður dagførd, og fyritøkan fer at liggja inni við øllum vanligum lutum til egið brúk í fyritøkuni - og til sølu.

 

Áway hevur eisini gott samstarv við dugnaligar veitarar til bæði stórt og smátt innan hvs, sum tikið verður til.

 

- Vit leggja stóran dent á at veita viðskiftafólki eina góða og tíðarhóskandi veiting, siga teir hjá Áway í Norðragøtu.