Hóast Avstralia hevur spælt seg til HM-endaspælið í Russlandi í summar, so hevur liðið ikki havt nakran venjara seinastu tíðina eftir at Ange Postecoglou valdi at siga seg úr starvinum tvær vikur eftir at Avstralia hevði spælt seg víðari.
Luiz Felipe Scolari var í samráðingum við avstralska fótbóltssambandið, har Jürgen Klinsmann og Marcelo Bielsa eisini hava verið nevndir sum góð boð upp á ein avloysara, men nú vísir tað seg, at tað verður ein heilt annar.
Nýggjur venjari hjá avstralska landsliðnum er Bert van Marwijk. 65 ára gamli hollendingurin hevur royndir sum landsliðsvenjari hjá Saudi Arabia (2015-2017) og Hollandi (2008-2012), og harumframt eisini kendum feløgum so sum Feyenoord og Dortmund.










