Atlit verður ikki tikið til tey deyvu í almennu Føroyum

Tór Marni heldur ikki at tað er manglandi peningur ið ger, at atlit ikki verður tikið til tey deyvu og hoyriveiku í almennu Føroyum.

Tað heldur Tór Marni Weihe, umboð fyri Unga Tjóðveldi.

Tór Marni heldur ikki at tað er manglandi peningur ið ger, at atlit ikki verður tikið til tey deyvu og hoyriveiku í almennu Føroyum. Hann sigur, at tað í mongum føri er talan um eina misskiljing, ið er at fólk ikki halda at teknmál er eitt veruligt móðurmál, men bert eitt hjálparamboð, ið fólk, ið ikki hoyra, eru noydd til at samskifta við.

Hann heldur, at tað má ein hugburðsbroyting til, tí veruleikin er júst hin øvugti. Teknmálið er eitt sjálvstøðugt mál, við egnari mállæru, egnum úttryksform og syntaks, ið ikki kann samanberast við tað føroyska málið.

Tí heldur Tór Marni, at vit eiga at viðurkenna teknmálið sum eitt móðurmál, eins og danska Fólkatingið samtykti fyrr í ár. Hann vísur millum annað á, at Føroyar verða hartaðar fyri ikki at viðurkenna teknmál og veita deyvum og tunghoyrdum sømuligar atgongdir til Public Service-tænastur í ST-frágreiðingini.

Meira verður at lesa um hetta í Sosialinum í morgin, tann 8 oktobur.