Atlantsflog kann verða skotið í senk

Verður nóg mikið av ruðulleika skapt um ætlaðu søluna av Atlantsflogi, er mest sannlíkt at onki ferð at henda, sigur Poul Michelsen. Og hann hevur illgruna um, at tað er júst hetta, sum landsstýrið veruliga ætlar

Einskiljingin av Atlantsflogi
 

 
-Verður ætlanin hjá landsstýrinum um einskljingina av Atlantsflogi fylgd, verður føroyska flogfelagið skotið í senk.
Tað staðfestir Poul Michelsen, tingmaður fyri fólkaflokkin og sostatt eisini limur í samgonguni.
Hann ger tí púra greitt, at hann fer ikki at taka undir við eini einskiljing, soleiðis sum hon nú fyriliggur.
Landsstýrið ætlar at selja 33% av Atlantsflogi nú, men so er ætlanin at selja 33% afturat seinni.
Hetta heldur Poul Michelsen fer at forkoma føroyska flogfelagnum.
- Hetta er eitt ella annað royndarprojekt, sum nakrir fáir í samgonguni hava bryggjað saman, har endamálið kanska er at lata privatum Atlantsflog fyri lítið og lætt, sigur hann.
Hann sigur, at hann ætlar sær ikki st spæla við í tí spælinum og tí fer hann at leggja sítt egna uppskot fyri løgtingið um, hvussu Atlantsflog skal einskiljast.
Tann stóri trupulleikin er at verða 33% einskilt nú, skal aftur ein løgtingssamtykt til fyri at selja hini 33%.
- Men hvør trygd fæst fyri, at løgtingið nakrantíð ger samtykt nr 2. Tað er rættiliga bláoygd at vænta, at nakar ferð at gera íløgur í Atlantsflog upp á eitt lyfti um eina løgtingslóg seinni, sigur Poul Michelsen.
Avleiðingin verður, at ongin fer at betala pengar fyri Atlantsflog. Samstundis kemur felagið at liggja í ongamannalandi í eini tvey ár og tað tolir tað ikki.
Poul Michelsen sigur, at tað er ikki einskiljing at selja 33% og tí hevur hann illgruna um, at ætlanin er antin at lata privatum Atlantsflog fyri lítið og lætt, ella er veruliga ætlanin, at felagið skal verða verðandi alment.
Hann heldur at tað kann vera, at politiskar kreftir í Vágum stúra fyri, at missa Atlantsflog av oynni.
Hinvegin heldur hann, at tey, sum stúra fyri slíkum, kunnu ikki hava serliga stórt álit á felagnum.
Poul Michhelsen sigur, at hann fer tí at leggja uppskot fyri tingið um at einskilja Atlantsflog. Eins og landsstýrið, mælir hann til at einskilja 66% av felagnum. Men hann mælir til at gera tað í einum
- Eg fari at skjóta upp, at løgtingið samtykkir, at nevndin í Atlantsflogi fær  heimild at selja 66% av Atlantsflogi, tá ið hon heldur tað vera rættast.
- Atlantsflog hevur brúk fyri nýíløgum og teir hava brúk fyri eini nýggjari virkisætlan, nú teir fáa ein kappingarneyta. Tí er tað mítt endamál at styrkja felagið og tað kann ein strategiskur eigari gera, men skal tað eydnast, má tann nýggi eigarin hava greiðar linjur og tað fær hann ikki frá landsstýrinum.
- Eftir mínum uppskotið tryggjar tað eisini, at landið fær sum mest fyri flogfelagið. Uppskotið fer tí at gera partabrøvini dýrari, men samstundis vita íleggjararnir, hvat teir fáa og tí eru teir sinnaðir at gjalda meiri fyri partabrøvini.
- Mítt uppskot gongur út upp á at vanligi føroyingurin skal sleppa at keypa um virðisbrævamarknaðin og at ein strategiskur keypari má keypa sín lut frá landskassanum og restina frá vanliga føroyinginum og sostatt fær palleba eisini møguleika at vinna pening uppá partabrøvuni.
Í eini oddagrein í Sosialinum fyrr í vikuni, varð róð framundir, at Poul Michelsen hevði gegnistrupulleikar í hesum máli, tí hann eigur i íløgufelagnum Notio og Notio eigur í fyritøkuni hjá Poul Michelsen. Samstundis hevur Notio alment váttað at tað hevur áhugað í Atlantsflogi.
- Eg eigi 300.000 krónur av 70 milliónum krónunum í partapeningi í Notio, so tað kann neyvan geva mær gegnistruppuleikar, so hatta er heilt burturvið. 
- At Notio eigur 30% í PM, kann ikki gera meg ógegnigan á nakran hátt og PM er ikki við í nakrari ætlan at keypa Atlantic.
Poul Michelsen sigur, at hann hevur heldur onki ánilsi fyri, hvat Noto ætlar á hesum øki.
- Annars fer mítt uppskot at gera partabrøvini dýrari, so tey eru avgjørt ikki til fyrimuns fyri Notio. Men verður uppskotið hjá landsstýrinum samtykt, kann Notio ognar sær Atlantsflog fyri lítið og lætt, leggur hann afturat.