Átak fyri at føra føroyska list fram

- Vit áttu at skipað fyri einum vikuskifti árliga, tá vit bjóðaðu útlendingum til Føroya fyri at síggja alt tað, føroysk listafólk hava at bjóða, heldur Laila av Reyni, sniðgevi og sangari

Lógvabrestirnir eru ikki meiri enn hildnir uppat eftir stóra showið hjá Lailu av Reyni, sum var á Østrøm leygarkvøldið, men hon er longu farin at hugsa um, hvat hon skal fara undir næstu ferð.

 

- Eg tvinnaði ymsar listagreinar saman á tiltakinum hjá mær leygarkvøldið, og tað eydnaðist so sera væl. Men vit áttu at gjørt tað enn størri, heldur Laila av Reyni og vísir á, at í Íslandi hava tey ein heilan mánað, har tey seta fokus á íslendska sniðgeving og list. Tá kemur hópin av útlendingum til Íslands fyri at síggja, hvat rørir seg har.

 

- Tað er kanska nakað nógv við einum heilum mánað, men vit áttu í øllum førum at havt eitt vikuskifti, har vit lokkaðu útlendingar til Føroya, fyri at vísa tað fram, sum vit fáast við og framleiða, heldur Laila av Reyni.

 

- Vit hava so ótrúliga nógv skapandi fólk í Føroyum, og tað er upplagt, at vit samskipa tað eitt sindur og fáa fólk hendavegin at síggja føroyska list og sniðgeving av øllum handa slagi.

 

 - Til tiltakið hjá mær vóru nógv fólk við ymsum royndum, starvsøkjum og evnum, og afturmeldingarnar hava verið sera positivar, so eg havi veruliga fingið blóð uppá tonnina at skipa fyri einum fleirtáttaðum tiltaki aftur, greiðir Laila frá.

 

Í Íslandi er allur mars mánaður settur av til sýna ymsar greinar av list fram á eini stórari design-messu.

 

- Tað vildi verið upplagt at skapt líknandi karmar her í Føroyum eisini, heldur Laila.