Arsenal vann uttan hóvasták

Arsenal vóru væl betri enn Reading á Emirates Stadium í London í dag. Arsenal vann 2-0 eftir hálvleiksstøðuna 2-0. Bæði málini komu síðsta korterið í 1. hálvleiki. Eftir 30 minuttirs spæl legði Kolo Toure ein góðan bólt inn til Emmanuel Adebayor, sum skoraði lættliga til 1-0. 8 minuttir seinni økti Gilberto Silva við einum langsskoti, sum rakti Andre Bikey á vegnum. Arsenal hevði nóg mikið av málmøguleikum til at vinna ein stórsigur, bæði Robin van Persie og Theo Walcott raktu yvirleggjaran, og í einum føri bjargaði Michael Duberry einum skoti hjá Cesc Fabregas á málstrikuni. Arsenal hevði eisini aðrar málmøguleikar, bert hendinga ferð kom Reading til orðanna í dystinum. Arsenal hevur 74 stig, 4 stig færri enn Chelsea, tríggjir dystir eru eftir hjá báðum liðum, so enn hava Gunners møguleikan at vinna 2. plássið í Premier League, sum gevur beinleiðis atgongd til Champions League-bólkaspælið. Reading hevur 32 stig, og er Reading bert trý stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.