- Umframt at tað verður fólkatingsval hin 24. mars, skulu føroyingar eisini á løgtingsval hin 26. mars. Fimm av seks flokkum fara til val við ætlanini um at skipa eitt sjálvstøðugt føroyskt ríki.
Soleiðis skrivar Sermitsiaq, sum eisini endurgevur Kristeligt Dagblad.
Eins og Grønland er eitt land við fáum íbúgvum í einum strategiskt týdningarmiklum øki, eru Føroyar tað eisini. Eru tit ikki stúrin fyri at gerast trýst av stórveldum?
Í greinini, sum vit endurgeva úr Sermitsiaq, verður hesin spurningur settur fólkafloksmanninum, Árna Skaale, fyrrverandi fiskimálaráðharra.
- Tað er hugsandi, at onkur kann royna at trýsta okkum. Tað sleppur helst eingin undan, heldur ikki Danmark. Sum sjálvstøðugt land kunnu vit verða limir í Nato, so eg síggi ongan stóran trupulleika við hesum, sigur Árni Skaale.
Fólkafloksmaðurin ynskir tó ikki púrasta at kvetta bondini við kongaríkið, leggur hann dent á.
- Eg síggi Føroyar sum okkara egna land, men vit fara sjálvandi at samstarva við Danmark og onnur Nato-lond.
Árni Skaale sigur, at hóttaninar móti Grønlandi slett ikki ræða hann.
- Nei, slett ikki, yvirhøvur ikki, sigur hann við Kristeligt Dagblad.
##med2##
Sermitsiaq skrivar, at einasti flokkur í Føroyum, sum ikki tekur undir við, at Føroyar gerast eitt sjálvstøðugt ríki, er Sambandsflokkurin.
- Vit hava brúk fyri at menna ríkisfelagsskapin - og ikki at avvikla ríkisfelagsskapin, sigur fólkatingslimurin hjá Sambandsflokkinum, Anna Falkenberg.
Hon heldur, at tað er týdningarmiklari nú enn nakrantíð áður at standa saman um ríkisfelagsskapin.












