Fyrsti dysturin í Meistaradeildini hjá kvinnum var kommunala uppgerðin millum NSÍ og Skála ÍF við Løkin í Runavík.
Heidi Sevdal skoraði tvær ferðir. Fyrru ferð í 11. minutti og aðru ferð í 83. minutti. Tey bæði málini blivu munurin millum liðini í dystinum, sum NSÍ vann 2-0.
Sunnudagin klokkan 12 verður ein onnur grannauppgerð, tá HB á ovara vølli í Gundadali tekur móti FC Hoyvík. Klokkan 13 byrjar dysturin í Sarpugerði millum Víking og B36, og klokkan 19 tekur 07 Vestur móti KÍ á Dungasandi.











