SMS: EB vann týðandi sigur í stríðnum um FM-fjórðingsfinaluna

Eiðiskvinnur eru nú tvey stig frammanfyri VB

Nadja Pejovic var toppskjútti hjá EB við 10 málum

Nú hevur EB greiðan fyrimun í kapprenningini við VB um gylta sætta plássið í SMS-deildini, ið gevur atgongd til FM-fjórðingsfinaluna.

 

EB vann í kvøld í høllini á Eiði ein sera týðandiu 25-23 sigur á StÍF. Í steðginum var EB á odda 12-11.

 

Sigurin merkir, at EB á sætta plássinum er tvey stig frammanfyri VB, ið hevur torføran dyst á útivølli móti VÍF í morgin klokkan 13.30.

 

Nadja Pejovic var við 10 málum toppskjútti hjá EB. Arnfríð Jacobsen var við sjey málum toppskjútti hjá StÍF. 

 

HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum á Eiði, umframt støðuna í deildini:

 

##med2##

 

##med3##

 

 

 

Nadja Pejovic var toppskjútti hjá EB við 10 málum