Enn ein sigur til Ara Olsen og liðfelagarnir

Vendsyssel FF vendi 0-1 til 2-1 sigur

Ari Olsen var aftur við frá dystarbyrjan, tá hann og liðfelagarnir í Vendsyssel í dysti í triðbestu donsku fótbóltsdeildini vunnu 2-1 á Thisted í Hjørring.

 

Thisted var á odda 1-0 í steðginum. Við tveimum málum upp á tveir minuttir í seinna hálvleiki megnaði heimaliðið at venda 0-1 til ein 2-1 sigur. 

 

Lasse Steffensen og Malthe Henriksen stóðu fyri málunum hjá Vendsyssel.

 

Vendsyssel er fjórðfremst í deildini við 34 stigum.

 

Ari hevur í trimum kappingardystum saman við liðfeløgunum vunnið sjey av níggju møguligum stigum. Harímillum eru tveir sigrar á heimavølli. 

 

Hørður H. Askham kom á vøllin í 84. minutti, tá lið hansara FC Roskilde tapti 0-1 fyri Helsingør á heimavølli. Gestirnir skoraðu sigursmálið beint undan steðginum.

 

Roskilde er nummar trý í deildini við 35 stigum.