Svenskur ríkisborgari avrættaður í Iran í dag

Maðurin var ákærdur fyri at hava njósnast fyri ísraelsku fregnartænastuna, Mossad

Svenski uttanríkisráðharrin, Maria Malmer Stenergard

Ein svenskur ríkisborgari er í morgun avrættaður í Iran, veit svenska uttanríkisráðið at siga í dag.

 

Maðurin varð handtikin í juni í 2025, og iranskir miðlar skriva, at maðurin var undir illgruna fyri njósning.

 

Svenska Aftonbladet skrivar, at iransku myndugleikarnir halda uppá, at maðurin hevur latið myndir til ísraelsku fregnartænastuna, Mossad.

 

- Tað er greitt fyri okkum, at løgfrøðisliga tilgongdin, sum førdi til avrættingina av svenska ríkisborgaranum ikki hevur verið løgfrøðisliga trygg.

 

Svenski uttanríkisráðharrin, Maria Malmer Stenergard, sigur, at ábyrgdin fyri avrættingina liggur hjá myndugleikunum í Iran.

 

- Svøríki fer áhaldandi at fordøma álvarsligum brotum á mannarættindini í Iran, leggur hon aftrat.

 

Seinastu árini hevur stjórnin í Iran avrættað fleiri og fleiri fólk.

 

- Talið av avrættindum tvífaldaðist árini 2024 til 2025, tá 2000 fólk vórðu avrættað í Iran, veit Human Rights Watch at siga.

 

 

 

Svenski uttanríkisráðharrin, Maria Malmer Stenergard