Føroyski verjuleikarin, Ári Mohr Jónsson, sum hevur sína dagligu gongd í Superliga felagnum, Silkeborg, skal nú hava nýggjan venjara.
Tað gjørdist greitt í dag, eftir at felagið hevur valt at sent fyrrverandi venjaran, Jesper Sørensen, til hús.
Silkeborg, sum í summar flutti upp í Superliguna, hevur havt eitt ræðuligt hálvár í bestu donsku deildini. Eftir 17 umfør, hevur felagið einans fingið 4 stig. Tí er nærliggjandi, at felagið flytir niður, tá besta danska deildin endar komandi summar.
Nýggjur venjari í felagnum er 55 ára gamli Kim Poulsen, sum áður hevur vant Aarhus Fremad, Vejle BK, Næstved, umframt verið landsliðsvenjari hjá Tanzania.
Ári Mohr Jónsson, sum í september skoraði sigursmálið í 1-0 sigrinum hjá U-21 landsliðnum móti Montenegro, hevur í ár spælt ein dyst í Superliguni fyri Silkeborg. Tað var í 8 umfari, tá Silkeborg tapti 1-0 á útivølli móti Randers.









