Um níggju tíðina fríggjamorgunin kundi ein arbeiðsmaður, ið arbeiðir við at laga ein grótgarð við tunnilsmunnan á undirsjóvartunlinum, komið rættiliga illa fyri. Hann var tíbetur heppin, um hugsað verður um, hvussu illa kundi staðið til.
Talan er um ein grótgarð, sum verður lagaður. Hesin garður er um tveir metrar høgur. Maðurin stóð uppi í stiganum og arbeiddi, tá ein steinur datt niður. Steinurin vigaði um eitt tons. Tíbetur tók steinurin bara í mannin, ístaðin fyri at detta á hann. Maðurin datt úr stiganum, og hildið verður, at hann hevur brotið mjødnina. Tó visti politiið í Miðvági ikki rættiliga, hvussu var statt. Um talan er um brotna mjødn, so verður maðurin helst sendur niður til Danmarkar.
Myndatxt: Uttanfyri Vágatunnilin vágamegin datt ein steinur niður av einum grótgarði, sum verður lagaður. Steinurin vigar eitt tons, og tók í ein mann á veg niður. Tíbetur var skaðin ikki so álvarsligur, sum hann kundi verið
Savnsmynd