Arbeiðssteðgurin ávirkar ikki Kósina nakað serligt

Tað er meira til forargilsi enn tað er ein beinleiðis trupulleiki, sigur stjórin, men hann heldur, at tað líkist ongum, at Dúgvan ikki siglur

Arbeiðssteðgur ella ikki:

Á Kósavirkinum í Klaksvík gongur lívið sína vanligu gongd.

Tí har arbeiða tey sum vant, hóast allur tann almenni arbeiðsmarknaðurin nú hevur ligið lamin í meiri enn tvær vikur.

Ætlanin við verkfalli og verkbanni, er, at ?tað skal svíða?, sum tikið hevur verið til.

Ikki minst er ætlanin, at tað skal raka vinnulívið fyri at leggja trýst á partarnar at fáa trætuna loysta.

Men hetta eydnast í hvussu so er ikki til fulnar.

Tí á størsta arbeiðsplássinum í Norðoyggjum, á flakavirkinum Kósini í Klaksvik, merkja tey lítið og onki til arbeiðssteðgin.

Tó eru tað aðrar fyritøkur í Klaksvík, sum merkja munandi meiri til arbeiðssteðgin, helst tær, sum liva av at selja innanlands.

Men á Kósini gongur alt sína vanligu gongd.

Hanus Hansen, stjóri, sigur, at á Kósini hava tey arbeitt sum vanligt allan arbeiðssteðgin.

? Vit hava nóg mikið av fiski og nógv arbeiði, sigur hann.

Hann sigur sostatt, at tey hava ikki merkt nógv til arbeiðssteðgin.

Tað einasta, tey merkja, er, at Dúgvan ikki siglur.

Avleiðingin av tí, er, at tað er eitt sindur trupult at sleppa av við ein part av fiskinum, sum verður arbeiddur á virkinum.

Somuleiðis er tað eitt sindur trupult at fáa tilfar og annað, sum skal brúkast í famleiðsluni, til Klaksvíkar.

? Sostatt hava vit mist eitt sndur av pengum, tí vit verða noydd at finna aðrar flutningsloysnir, enn vit eru von við, sigur Hanus Hansen.

? T.d. verða vit onkuntíð noydd at leiga skip.

Eitt nú høvdu teir brúk fyri salti í gjáramorgunin, so beint tá vóru nógvar kreftir lagdar í arbeiðið at finan útvegir fyri at fáa saltið til Klaksvíkar.

Men hann sigur, at hetta er ikki nakar álvarsligur tupulleiki og pengamissurin er heldur ikki álvarsligur.

Tað, at Dúgvan ikki siglur, er meiri til forargilsi, enn tað er ein beinleiðis trupulleiki, sigur stjórin á Kósini.

Hanus Hansen sigur, at annars sigla bæði Skipafelagið og Eimskip á Klaksvíkina, so sambandi er til staðar.

Somuleiðis arbeiða tey ikki so nógvan feskan fisk á Kósini.

Men vóru Skipafelagið og Eimskip ikki, hevði tað verið verri vorðið, leggur hann afturat.

Hann sigur, at annars hevur Kósin ikki brúk fyri teimum tænastum, sum eru raktar av arbeiðssteðginum.

Sigldi Dúgvan, var alt sum vanligt, leggur hann afturat.


Líkist ongum

Annars heldur stjórin á Kósini, at tað líkist svarta ongum, at ferðasambandið til útoyggjarnar verður kvett. hvørja ferð arbeiðssteðgur er.

? Tað eru so fáir limir í Starvsmannafelagnum í útoyggjunum og tað er nógv fyri at leggja tær lamnar fyri so lítið.

Hinvegin merkja tey púra onki til arbeiðssteðgin í allari Eysturoynni og allari Streymoynni, har tað er landfast ið Havnina.

Og tað heldur hann er órættvíst, tí tað er har, limirnir hjá Starvsmannafelagnum eru.

Hann heldur heilt avgjørt, at okkurt má verða gjørt við hendan trupulleikan beinanvegin, so at tað ikki hendur aftur.

Hvat skal verða gjørt, veit hann ikki.

Men hann minnir á, at tað eru summir bólkar í samfelagnum, sum ikki kunnu leggja arbeiðið niður.

Hann hugsar um tænastumenn, og hann heldur, at tey, sum sigla við Strandferðsluni skuldi verið gjørd til tænastumenn.