Arbeiðsgevarin skal gjalda

Málið um tríggjar frisørar, sum fingu lærlingaløn, sjálvt um eingin sáttmáli varð undirskrivaður, er nú avgreitt, og lærumeistarin er dømdur at gjalda teimum vanliga løn tó uttan rentur

Eystari Landsrættur viðgjørdi málið um frisørlærlingarnar 3. oktober, og niðurstøðan var nærum tann sama sum Føroya Rættur kom fram til. Eitt sindur varð tó skarvað av lønini hjá einum av frisørunum.

Málið snúði seg um, at tríggir ungir frisørar arbeiddu fyri lærlingaløn uttan at sáttmáli varð gjørdur. Frisørarnir kravdu tí at fáa løn samsvarandi sáttmálan við arbeiðsfeløgini í tíðini, tær høvdu arbeitt uttan lærlingasáttmála.

Semja varð gjørd millum partarnar, sum segði, at um høvuðskrøvini saman við sakarkostnaði vórðu goldin í seinasta lagi fríggjadagin 6. oktober, so vórðu renturnar sleptar. Hildið varð, at um renturnar vórðu sleptar, gav hetta betri hug at gjalda. Saksøkjarin var eisini bangin fyri, at tann saksøkti fór víðari við málinum.

Arbeiðsgevarin hevur játtað at ganga undir hesar treytir, og frisørlærlingarnir hava nú fingið peningin.

Talan er um góðar 80.000 krónur, sum arbeiðsgevarin av røttum skuldi gjalda trimum frisørum. Henda lønin er nú goldin av arbeiðsgevaranum.

Niðurstøðan í hesum málinum er, at arbeiðsgevari, sum tekur ung fólk í arbeiði uttan at skriva lærusáttmála, skal rinda eina hægri løn enn lærlingaløn. Hetta er staðfest í hesum málinum.