Arbeiðið at skipa fyri einum talgildum koyrikorti er farið í gongd, men tað er framvegis á byrjanarstøði, og tað ber tí ikki til at siga, hvussu leingi arbeiðið fer at taka, ella hvussu nógv tað fer at kosta.
Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sum eisini varðar av Akstovuni.
– Vit hava sett gongd á talgilda koyrikortið, men tað krevur tillagingar, sigur Jørgen Niclasen.
Fyrsta tillagingin er, at ferðslulógin skal broytast, tí í ferðslulógini stendur greitt, at tú skalt hava koyrikortið hjá tær. Tað er kortini ein lítil tillaging, sum ikki tekur langa tíð.
– Men tøknin aftanfyri, hon má vera í ordan. Tað vil siga, at har skal vera ein menning - eg ímyndi mær eina talgilda menning - soleiðis at løgreglan kann fáa allar upplýsingar at liggja inni hjá Akstovuni.
– Tað er brúk fyri talgildari kommunikatión millum Akstovuna og løgregluna, soleiðis at koyrikortið, sum er skrásett á Akstovuni, er í gildi, sigur Jørgen Niclasen og sipar til greinina á in.fo fyrr í dag, har víst varð á, at tað er ikki altíð, at Akstovan fær boð frá løgregluni, tá onkur hevur mist koyrikortið.
Tøknin á vanganum skal eisini mennast, soleiðis at ein samkoyring er millum skránna og tað avritið, sum liggur á vanganum sigur Jørgen Niclasen.
Í fyrstani verður koyrikortið ivaleyst bert brúkandi í Føroyum. Men so hvørt sum Evropa og Norðurlond flyta seg, skal vera møguligt at brúka tað aðrastaðni, sigur Jørgen Niclasen, og leggur aftrat, at í løtuni verður eisini arbeitt við at fáa Samleikan góðkendan í øllum Norðurlondum.
– Nú hava vit nú fingið samleikan, og nú vilja vit byggja hann út. Vit skulu hava koyrikortið inn, og tað arbeiðið er farið í gongd, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum.