Ein stórur partur av grundarlagnum undir miðlunum í Føroyum er vekk. Lýsingarinntøkurnar eru hálveraðar, og hetta sæst aftur í tølunum av størvum í føroyska miðlaheiminum.
Nærum annaðhvørt journaliststarv er burtur, og talið av øllum størvum í miðlum, er hálverað.
Tað skrivar Sosialurin í dag.
Sosialurin hevur ringt runt til redaktiónir og fyrrverandi redaktørar, og tað vísir seg, at talið av størvum innan miðlaheimin er hálverað síðani 2007.
Meira kann lesast um hetta í Sosialinum í dag.









