Klaksvík:
- Tað er heilt týðuligt, at løgtingskvinnan Anita á Fríðriksmørk ikki heldur seg til málið, sum tað veruliga snýr seg um, tá hon úttalar seg soleiðis, sum hon ger. Eg trúgvi ikki, at Bill Justinussen valdi meg í Siðsemisnevndina, tí eg eri gift við Peter O. K. Olofson, sigur Anne Lene, sum bleiv uppringd í summar og spurd um, hon hevði hug at verða í Siðsemisnevndini. Hon ivaðist onga løtu og segði ja beinanvegin.
- Hetta hevur altíð havt mín áhuga, so eg tók av, tí eg haldi, at hetta er avbera spennandi at arbeiða við.
Hon dugir ikki at síggja, at tað sum løgtingskvinnan segði á tingsins røðarapalli kann fatast upp á nakran annan máta enn, at hon eigur at verða vrakað, orsakað av manni sínum.
- Og tað er láturligt, haldi eg. Og av tí sama havi eg ilt við at taka hetta álvarsligt. Men Anita heldur seg slettis ikki til málið, tá hon ger so, tí hon leggur ikki eftir málinum og heldur ikki eftir persóninum, sum hetta umfatar, men manninum hjá tí persóninum, tá hon sigur , at viðkomandi hevur ella er í ferð við at ríva seg leysan frá fólkakirkjuni líka sum Dimmalætting sigur í eini oddagrein tann 13.09.02 um mannin hjá mær. Og tí haldi eg, at hetta heldur er eitt mál, sum átti at verðið viðgjørt í javnstøðunevndini, sigur Anne-Lene Olofson speiskt.
Hon er miðnámsskúlalærari við religión og kristnikunnleika sum høvuðslærugreinar og donskum sum hjálærugrein. Hon skrivaði høvuðsritgerð um etikkin hjá Søren Kierkegaard. Hon hevur millum annað undirvíst í etikki á miðnámsskúlanum í sekstan ár, trettan av teimum í Føroyum.
- Eg má gera tað øllum greitt, at hóast tað er sagt fleiri ferðir, at eg eri gudfrøðingur, so eri eg tað ikki. Eg eri útbúgvin sum miðnámsskúlalærari. Og eg veit, at tað eru fleiri, sum halda, at eg eri gudfrøðingur, og at mín "óndi" maður ikki vildi lata meg vera prestur, og tí undirvísi eg í miðnámsskúlanum. Men tað passar also ikki. Tað var mín sannføring, at tað vildi verið skeivt av mær at verðið prestur, langt áðrenn eg hitti Peter, so prestur havi eg ongantíð ætlað mær at verðið.
Anita dumpað
Hon sigur, at eitt, sum hon roynir at læra sínar næmingar, er, hvussu ein argumenterar etiskt. Og ein av høvuðsreglunum fyri tí er, at ein ikki má leggja eftir persóninum, men halda seg til málið. Og tað metir Anne-Lene als ikki, at Anita á Fríðriksmørk gjørdi á løgtingsins røðarapalli herfyri.
- Um Anita var til próvtøku í etikki, so hevði hon í hesum førinum dumpað upp á standandi fót, tí hon ikki argumenteraði fyri síni søk á rættan hátt.
- Nú standi eg brádliga fyri skotinum av tingsins røðarapalli, tí eg eri gift við honum, eg eri. Tí tað kann ikki vera mítt, men sambandið hjá manninum hjá mær til fólkakirkjuna, sum hon sipar til, sum eg gangi út frá, at hon kennir til frá fjølmiðlunum, hóast hon ikki endurgevur tað rætt, og tað er langt úti, heldur Anne Lene og leggur aftur at, at tað kann ikki vera rætt, at tann ein kvinna er gift við skal vera ein diskvalifikatión til eitt starv ella nevndarsess. Anita sigur óbeinleiðis tað sama, sum verður sagt í oddagreinini hjá Dimmalætting, sum enntá fer so langt at vera við at siga, at hann er í holt við at stovna sína egnu samkomu uttanfyri fólkakirkjuna. Tað ber illa til at skilja úttalilsini hjá Anitu á Fríðriksmørk øðrvísi.
- Hervið er ikki sagt, at eg ikki haldi tað sama sum maður mín, tí tað geri eg í roynd og veru, men hvat hevur tað við málið at gera, spyr Anne Lene, sum undrast stórliga á orðini hjá løgtingskvinnuni.
- Maðurin hjá mær hevur onki við hetta málið at gera.
Hon greiðir frá, at hon í skúlanum ein dagin tosaði við næmingarnar um nøkur hugtøk. Eitt var fakta og eitt var fiktión. Og so er eitt annað hugtak út frá hesum báðum, sum verður kallað faktión. Tað er tillagaður veruleiki. Tað vil siga, at tað er ein søga, har ein við vilja bert tekur tað fram, sum ein sjálvur vil hava, soleiðis at søgan kemur at ljóða sum ein sjálvur vil hava hana at ljóða ? ofta til egnan fyrimun. Og hetta samanber Anne-Lene hetta málið við. Tí fólk úttala seg um hana uttan at vita ta veruligu søguna.
- Ein eigur at halda seg langt burtur frá slatri ogtillagaðum veruleika ? serliga á tingsins røðarapalli, sigur Anne-Lene.
Hon sigur, at hon hugsar ikki so nógv um hetta málið í gerandisdegnum.
- Eg eri helst eitt sindur líkaglað, men tað er eitt, sum eg verði kedd um. Og tað er, at um fylgjurnar av øllum hesum fara at ganga út yvir samstarvið í nevndini. Tað vil siga, at um samstarvið verður vánaligt í millum okkum sjey valdu limirnar. Tí tað tykist sum um, tað verður roynt at seta okkum upp móti hvørjum øðrum longu áðrenn vit eru farin til arbeiðis. Og tað hevði eg verðið sera kedd av, sigur Anne Lene, sum vónar at samstarvið millum limirnar í Siðsemissnevndini fer at verða sakligt og gott við ordiligum argumentum, sum viðkoma teim ymsu málunum, sum tey koma at viðgera.
Í viðmerking til tað, sum Ey_un Andreasen hevur sagt um tey, sigur Anne Lene við einum ironiskum smíli, at tað er synd fyri Mentamálaráðið, at tey skula hava sett " tílíkar idiotar, sum høvdu argumenterað fyri, at jørðin er fløt" í starv.
Anne-Lene Olofson er hørm um, at fýra av limunum í Siðsemisnevndini verða hongd út á ein tílíkan hátt.
- Eg kenni ongan av hinum limunum persónliga. Eg havi sæð ein teirra í sjónvarpinum einaferð, men annars haldi eg ikki, at eg havi hitt nakran av teimum. Í øllum førum ikki, sum eg minnist, sigur Anne Lene Olofson og leggur at enda enn einaferð dent á, at hon vónar ikki, at alt hetta fer at ganga út yvir samstarvið í Siðsemisnevndini.