Angelina Jolie hevur ringt við at koma seg yvir deyðan hjá mammu síni, sum doyði í januar 2007 og fleiri ferðir hevur hon verið við at bróta saman framman fyri myndamonnum.
Seinast var tá ið hon helt pressukonferensu fyri seinasta film sín ?The Changeling?, har Jolie spælir ein mamma, sum berjist hart ímóti systeminum, eftir at sonur hennara er vorðin kidnappaður.
- Hon er noydd at taka seg saman fyri at hjálpa børnunum, men hon er bert eitt menniskja og viðhvørt brýtur hon saman hóast alt, sigur ein vinur hjá Jolie. ? Hon er framvegis sera veik, tá ið tað snýr seg um sorgina yvir Marcheline og hon er vís í, at eingin annar skilir hana, sum mamman gjørdi. Tær høvdu eitt sera sterkt band og hon følir, at hon ongantíð fær hetta saman við nøkrum aftur. Í sorgartíðini hevur Angie lýtt á Brad, sum hevur stuðlað henni á ein heilt serligan hátt og hann vil altíð vera har fyri hana. Uttan kærleika hansara, hevði hon ikki klárað tað.