Andrew skoraði tvey mál

Føroyski álopsspælarin styrkti mánakvøldið um sína støðu í Fremad Amager, har hann seinastu ferðirnar ikki hevur verið millum teir fremstu

ÚTISETI

Andrew av Fløtum styrkti mánakvøldið um sína støðu í Fremad Amager. Eftir at føroyski álopsspælarin fleiri tær fyrstu ferðirnar eftir vetrarsteðgin var millum teir fyrstu ellivu, hevur hann tær tær seinastu ferðirnar bara spælt síðstu løtuna.
At vandi hevur fyri, at dystarvenjingin skuldi minka, mundi mánakvøldið vera orsøk til, at Andrew var á U-21 liðnum hjá Fremad Amager, sum spældi á útivølli móti Holbæk. Og tað ber ikki til at siga annað, enn at Andrew tók av, og at hann harvið styrkti um sína støðu fyri í vikuskiftinum at vera millum teir fyrstu ellivu.
Fremad Amager vann 2-1, og Andrew av Fløtum skoraði bæði Fremad málini. Øll málini vórðu skorað í 1. hálvleiki. Andrew javnaði til 1-1 eftir horna og hálvbjarging, og hann skoraði sigursmálið beinleiðis upp á fríspark.
Í næstbestu deildini skal Fremad Amager sunnudagin spæla á heimavølli móti HIK.