Høvuðsrákið hevur annars higartil verið, umleið síðan heystið 2001 til nýggjárs 2005, at dollarin er viknaður, ella hann hevur mist virðið í mun til euro. Í november 2001 kundi man fyri eina euro keypa 0,85 dollar. Í september 2004 fekst tú 1,20 dollar fyri eina euro, og á nýggjárinum var virðið á euro vaksið so mikið at 1 euro gav 1,36 dollar. Sagt við øðrum orð-um, so skuldu fleiri dollars til at fylla uppí eina euro. Ein umrokning sigur so, at euro er øktur í virði í mun til dollar við heili 58%. Hetta er eitt útsving, sum er sera stórt, tá tað kemur til alheims valutamarknaðin. Men síðan kom so ein tíð, har dollarin kom fyri seg aftur, hygg kurvumyndina. Men enn er langt niður á sama støði sum fyrr.
Landsbankastjórin Greenspan roynir at vera optimistur
Grundleggjandi orsøkirnar eru veikleikar í amerikanska búskapinum: Risastórt hall á handilsjavnanum, ovurstórt hall á amerikansku fíggjarlógini. Tað sum telur hin vegin hevur verið ein góður vøkstur í búskapinum, ein rættiliga lág renta, og eitt arbeiðsloysi, sum er lægri enn í Europa. Tó er arbeiðsloysisprocentið eitt ullint tal, tí nógv eru uttan arbeiði í USA uttan at vera skrásett sum arbeiðsleys. Men so kom dollar fyri seg, og í januar og februar higartil er hann klárt styrknaður. Spurningurin er um "gassið" nú er fesjað úr dollaranum aftur. Stjórin í amerikanska landsbankanum, Federal Reserve Bank, Alan Greenspan hevur í seinastuni við sínum úttalilsum styrkt um dollaran. Hann segði, at marknaðarkreftirnar og ein strammari fíggjarlóg kundu klára problemini. Spurningurin er um hann kann útala seg líka optimistiskt í dag mikudag. Hann skal greiða frá støðuni í amerikansku Kongressini. Summir eygleiðarar vurdera eisini, at hansara optimisma bert var ein roynd at forða fyri stórum dollar-falli.
Tøl frá amerikansku hagstovuni
Annars komu hósdag í síðstu viku tøl frá amerikansku hagstovuni, sum vístu, at handilsjavnin fyri december var eitt sindur frægari enn fyri november, men framvegis við ovurstórum halli. Hesin relativi batin gav nakrar fáar tímar dollar eitt kvink uppeftir. Men eftirsum broyttu tølini í fyrsta lagi stava frá bí-ligari olju, og ikki frá størri útflutningi, so fordampaði optimisman skjótt.
Pluss og minus úr Europa
Í londunum, sum standa aftan fyri euro, vóru tvær smærri hendingar, sum tó ikki høvdu avgerandi týdning. Í Frankaríki vístu tøl ein búskaparliga vøkstur uppá 2,3%, sum var væl meira enn tey 1,8%, sum serfrøðingar høvdu væntað. Í Týsklandi vaks arbeiðsloysið harafturímóti til tað hægsta talið í mong ár, so nú eru yvir 10% arbeiðsleys har. Ein partur av hesum vøkstri kemst av, at lógir eru broyttar, so fleiri nú verða tald sum arbeiðsleys. ZDFtext sigur frá, at nógvastaðni hevur lógarbroytingin, kallað Harz-4, ført við sær, at eisini fólk, sum fáa sosialhjálp, húsvill og stoffmisbrúkarar knappliga eru tald uppí skaran av arbeiðsleysum.
Fíggjarlógaruppskotið hjá Bush er løgið
Dick Cheney, varaforseti, framlegði uppskot til fíggjarlóg, sum skal koma í gildi í november. Tað ljóðaði í framløguni, sum at nú skuldi hallið skjótt og brátt (áðrenn 2009) fáast niður í helvt. Men hvat var innihaldið. Tvey ting eru at vísa á: a) Útreiðslurnar vera skornar niður á næstan øllum økjum, eisini undirvísing og gransking. Tað sum slepppur undan eru militer, innanlanda trygdin og hjálp til menningarlond, serliga stríðið móti AIDS-sjúku. b) Stór hol eru í uppskotinum. Útreiðslur, sum falla til gjaldingar (kríggið í Irak og Afghanistan), síggjast ikki. Hallið á amerikanska statshúsarhaldinum er so stórt, at landið ikki uppfyllir krøvini, sum sett vera í euro-londum (treytir í stabilitets-avtaluni). Hallið er 427 milliardir $ í ár, ella 3,5% av BTÚ. Tað skal falla til 390 milliardir $ í 2006. Lat okkum síggja.
Krígspengar ikki roknaðir við
Forkláringin hjá Bush uppá tey manglandi tølini fyri militerútreiðslur í Irak og Afghanistan er, at ikki ber til at seta nágreinilig tøl á hesar útreiðslur. Eygleiðarar meta at hetta kann koma at kosta 70-100 milliardir $. Lars Ole Løcke í Politiken 100205 vísir eisini á, at eitt stórt mál hjá Bush-stjórnini eru sosialmál ella tann sosiala tryggingin, Social Security, sum hann nú vil privatisera. Eisini í USA gongur tann demografiska leiðin móti eini eldra-tungari samanseting av aldursbólkunum. Fyri at sleppa undan útreiðslurnar av hesum, vil Bush sleppa undan, at staturin hevur ábyrgdina av hesum um 20 ella 40 ár. Annars kallar Løcke í Politiken fíggjarlógaruppskotið hjá Bush fyri "en hullet ost." Han heldur fram, at tað bert eru tey fáu, sum trúgva orðunum um, at fáa hallið niður í helvt í 2009. Eisini IMF hevur havt at uppskotinum og sagt, at neyðugt er at fáa fulla javnvág í statshúsarhaldinum til tað tíð, um USA skal kunna klára eina komandi støðu, har ein vaksandi partur av íbúgvunum verða pensiónistar.
Keldur:
Lars Ole Løcke: "USA?s budget", Politiken, 100205
ZDFtext Wirtschaft, 130205
NZZOnline "Euro stabilisiert sich", 130205