Amerikansk hernaðarflogfør fáa nú loyvi at flúgva í føroyskum loftrúmi. Tað hevur uttanríkisráðharrin gjørt av í samráði við uttanlandsnevndina Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, hevur ráðført seg við uttanlandsvendina um at loyva amerikanskum flogførum at flúgva í føroyskum loftrúmi.
Meirilutin í uttanlandsvendini tók undir við hesum.
Uttanríkisráðharrin hevur tí sent soljóðandi skriv til ríkisumboðið:
?Víst verður til teldupost frá Ríkisumboðsmanninum í Føroyum, dagfestur 21. novembur 2008, viðvíkjandi at loyva amerikonskum hernaðarflogførum at flúgva ígjøgnum føroyska loftrúmið og lenda í Føroyum, galdandi alt árið 2009.
Nú talan er um tiltøk samsvarandi grein 5 í NATO-sáttmálanum, tekur Uttanríkisráðið undir við, at omanfyrinevnda loyvið verður latið USA. Somuleiðis verður gjørt vart við, at uttanríkisráðharrin tekur fyri givið, at trygdarskipanir, ið alment verða at seta í verk í hesum máli, verða eisini at fevna um Føroyar?