Spenningurin er stórur í EM bólki F, har Ungarn er á odda við fýra stigum, Ísland og Portugal hava tvey stig, og Eysturríki er aftast við einum stigi. Mikudagin klokkan 17 spælir Ísland ímóti Eysturríki og Portugal spælir ímóti Ungarn.
Morgunblaðið í Íslandi hevur roknað seg fram til níggju møgulig útføll, hvussu støðan í bólki F kann enda:
Ísland vinnur á Eysturríki og Ungarn vinnur á Portugal.
Ungarn 7 stig, Ísland 5, Portugal 2, Eysturríki 1.
Ísland vinnur á Eysturríki og Ungarn og Portugal spæla javnt.
Ungarn 5 stig, Ísland 5, Portugal 3, Eysturríki 1.
Málmunurin avger hvør vinnur bólkin.
Ísland vinnur Eysturríki og Portugal vinnur á Ungarn.
Ísland 5 stig, Portugal 5, Ungarn 4, Eysturríki 1.
Málmunurin avger hvør vinnur bólkin.
Ísland og Eysturríki spæla javnleik og Ungarn vinnur á Portugal.
Ungarn 7 stig, Ísland 3, Portugal 2, Eysturríki 2.
Ísland og Eysturríki spæla javnt og Ungarn og Portugal spæla eisini javnt.
Ungarn 5 stig, Ísland 3, Portugal 3, Eysturríki 2.
Málmunurin avger hvør gerst nummar tvey.
Ísland og Eysturríki spæla javnt og Portugal vinnur á Ungarn.
Portugal 5 stig, Ungarn 4, Ísland 3, Eysturríki 2.
Ísland tapir ímóti Eysturríki og Ungarn vinnur á Portugal.
Ungarn 7 stig, Eysturríki 4, Ísland 2, Portugal 2.
Málmunurin avger hvør gerst nummar trý.
Ísland tapir ímóti Eysturríki og Ungarn og Portugal spæla javnt.
Ungarn 5 stig, Eysturríki 4, Portugal 3, Ísland 2.
Ísland tapir ímóti Eysturríki og Portugal vinnur á Ungarn.
Portugal 5 stig, Ungarn 4, Eysturríki 4, Ísland 2.









