Áheitan frá Málfelagnum – móðurmálinum at frama

Dan Reinter Petersen, formaður í Málfelagnum

Til Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum

Áheitan frá Málfelagnum – móðurmálinum at frama


Sambært § 10 Stk. 3. í løgtingslóg um málráð við gildiskomu 1. Januar 2013 stendur: Landsstýrismaðurin skal eftir 3 árum leggja fyri Løgtingið frágreiðing um, hvørt lógin virkar eftir ætlan, ..


Í sambandi við útgávuna av Móðurmálsalfabetinum hjá Málfelagnum (29.09.15) hevði Kringvarp Føroya (02.10.15) samrøðu við formannin í Málfelagnum, Dan Reinert Petersen og eftirfylgjandi við formannin í Málráðnum, Zakaris Svabo Hansen.


Tá útvarpskvinnan spurdi formannin í Málráðnum, um tíðin ikki var komin til at kasta handklæðið í ringin, nú ongin semja fekst um nakað, svaraði Zakaris Svabo Hansen, at talan var als ikki um at arbeiða sum ein meiriluti og ein minniluti í Málráðnum, men at tey samstarvaðu væl - bara ikki um stavraðið.


Meirilutin í Málráðið bert undirtøku frá 30% av føroyingum

Málráðið hevur ellivu limir - sum sita í fýra ár - útnevndir av mentamálaráðharranum (08.01.13). Limirnir í Málráðnum skulu breitt umboða tær ymisku máláskoðanirnar. Meirilutin, átta av limunum ella 73%, umboða ta puristisku ekskluderandi máláskoðanina við skerdum alfabeti, ið bert 30% av føroyingum taka undir við, meðan minnilutin, tríggir av limunum ella 27%, umboða ta inkluderandi máláskoðanina við støðið í sjálvum móðurmálinum og óskerdum móðurmálsalfabeti, og sum yvir 70% av føroyingum taka undir við.


Tvær óheftar kanningar frá 2014 vísa, at yvir 70% av føroyingum taka undir við óskerdum alfabeti ella stavraði.


Meirilutin er einaráðandi

Meirilutin í Málráðnum hevur formannin, næstformannin og allar fimm limirnar í starvsnevndini. Starvsnevndin hevur fund einaferð um mánaðin, meðan alt Málráðið sjálvt bert hevur fund tvær til tríggja ferðir um árið.


Hugskotið at skipa Málráðið sum umboðsráð (11 limir) við starvsnevnd (5 limir) bygdi á ta áskoðan, at so fingu vit eina fyri allar føroyingar breiða málsliga umboðan.



Vísandi til demokratiska siðvenju skuldi formaðurin í Málráðnum umboðað tey 70% av føroyingum, sum taka støðið í sjálvum móðurmálinum við óskerdum alfabeti. Næstformaðurin kundi hóskandi umboðað tey 30% av føroyingum, ið taka undir við tí meiri puristisku máláskoðanina við skerdum alfabeti. Sum nakað sjálvsagt áttu tær báðar áskoðanirnar at verið umboðaðar í starvsnevndini, tí tað er har arbeiðið fer fram. Verandi uppbýti í Málráðnum er ikki sambæriligt við andan og ætlanina við sjálvum Málráðnum og traðkar vanliga demokratiska siðvenju undir fót.


Amputerað stavrað og politiserað Málráð

Sambært Jógvan í Lon Jacobsen, professari í føroyskum máli, er stavraðið ikki ein málfrøðiligur spurningur, men talan er um eitt pedagogiskt og praktiskt amboð í tí dagliga, har hugsað verður um nyttuvirði heldur enn um ideologiskar sannføringar. Lat okkum nýta eina inkluderandi atlaging, sum byggir á eina norðurlendska og føroyska siðvenju. Vit vera ikki verri føroyingar, hóast c, og w og aðrir stavir eru í okkara stavraði, sigur Jógvan í Lon Jacobsen, professari.


Jógvan Mørkøre, geografur og stjórnmálafrøðingur, sigur, at takkað veri tí amputeraða stavraðnum, ið ein meiriluti í Málráðnum hevur gjøgnumtrumfað í heilaga navninum hjá tjóðarbyggingini, lýkur tað nýggja atlassið ikki treytirnar hjá staðarnavnanevndini (UNGEGN) hjá ST, og tí vilja fleiri geografar ikki brúka atlassið í undirvísingini. Vit skuldu heldur varðveitt tað stavraðið, sum vit høvdu frammanundan. Tað hevði spart okkum fyri nógv stríð, tí nú mugu vit hava tvey.


Minnilutin í Málráðnum, málfrøðingarnir Eivind Weyhe, Hjalmar Petersen og Randi Meitil, eru av somu áskoðan. Tí tá meirilutin í Málráðnum í stavraðaspurninginum ynskir at skerja alfabetið, so er tað ikki við atliti til tað málfrøðiliga. Hetta er stórt spell, tí við verandi meiriluta í Málráðnum verður Málráðið meira at rokna sum eitt politiskt forum heldur enn eitt breitt málfrøðiligt forum sum upprunaliga ætlað. Annars hevði ráðið helst verið mannað við politikarum og ikki við fólki við málfrøðiligum førleika.


Stóri taparin eru vit føroyingar, tí nú skulu vit til útlandi eftir bókstavum fyri at kunna nøkta tørvin í føroyska dagligdegnum og raðfylgjuna í alfabetinum kenna børnini heldur ikki. Ein sjálvgivin meinbogi, sum vit eiga at siga nei takk til og broyta.


Svøríki økti alfabetið, vit skerja

Í 2006 økti “Svenska Akademiens språkkommité” tað svenska alfabetið við “W” , frá 28 til 29 bókstavir. Sambært talsmanninum, Sture Allén, kom broytingin í lag av internationalum praksis og eisini av psykologiskum orsøkum, og tað at orðið “web” (www) bleiv so nógv brúkt umframt fleiri onnur orð við w. Svenskarar fingu við hesum tað vanliga latínska alfabetið eins og allur vesturheimurin.


Politiskt-puristiski meirilutin í Málráðnum vil skerja Móðurmálsalfabetið við c, q, w, x, og z og harvið geva komandi ættarliðum eitt hjálparleyst nationalpuristiskt stavrað mótsatt øllum vesturheiminum, sum annars við tí latínska alfabetinum megnar at stava seg til nútíðina og framtíðina, eins og Svøríki avgjørdi, at tey eisini vildu í 2006.


Talu – og skrivifrælsið og eitt livandi mál hoyra saman

Í Føroyum hava vit talu – og skrivifrælsið, sum er fortreytin fyri einum livandi demokratii við livandi miðlum, men hetta krevur samstundis eitt livandi mál, tí ongin kann hugsa longri enn hann/hon hevur mál til. Tí er neyðugt við eini inkluderandi atlaging í málinum, sum byggir á eina norðurlendska og føroyska siðvenju, og ikki á ein puristiskt ekskluderandi málpolitikk, sum tann, ið meirlutin í Málráðnum einvegis hevur sett sær fyri at føra.


Við einum skerdum móðurmálsalfabeti hevur meirlutin í Málráðnum málsliga niðurbundið føroyingin soleiðis, at fleiri kristin føroysk nøvn nú ikki kunnu stavast á føroyskum. Heldur ikki megna vit nakað yrkismál á føroyskum við skerdum móðurmálsalfabeti, og tað er beinleiðis í stríð við viðmerkingarnar til § 5 Stk. 4 í lógina fyri Málráðið, har tað stendur, at tað er umráðandi at hava eitt væl ment yrkismál, so at samsvar er millum málið, sum fólk í ávísari vinnu nýta, og so tey orð, sum eitt nú orðabøkur mæla fólki til at brúka.


Nýggja samgongan segði seg vilja virða demokratisk rættindi, og tí vilja vit við hesum skrivi heita á landsstýriskvinnuna í mentamálum um at kanna um samsvar er millum endamálsorðingina hjá løgtinginum fyri Málráðið og verandi praksis í Málráðnum, umframt at fáa normaliserað okkara stavrað ella alfabet soleiðis at tað verður í samsvari við móðurmálsalfabetið, sum stendur í Móðurmálsorðabókini, og sum yvir 70% av føroyingum ynskja, at tað skal vera.


Fuglafjørður tann 09. februar 2016


Vinarliga


Málfelagið – móðurmálinum at frama


Dan Reinert Petersen, formaður
Rolf Guttesen, skrivari,
Regin Eikhólm, kassmeistari

Dan Reinter Petersen, formaður í Málfelagnum

Dan Reinter Petersen, formaður í Málfelagnum

Dan Reinter Petersen, formaður í Málfelagnum

Dan Reinter Petersen, formaður í Málfelagnum

Dan Reinter Petersen, formaður í Málfelagnum