Aftursvar til oddagrein í Dimmalætting 31. juli 2002

Jógvan Jacobsen
á Ryggi
í Nólsoy 31. juli 2002.

Í oddagreinini í Dimmalætting mikudagin 31. juli 2002 verður roynt at heingja Tórbjørn Jacobsen fyri fortíðina hjá ávísum politikkarum hjá Fólkaflokkinum. Hetta er eitt aftursvar til hesa oddagrein.
Í hesi oddagrein stendur beinleiðis endurgivið: »Enn einaferð fekk bragdligi skiparin eina leiðbeining ið hvussu politikkur virkar í Føroyum?« Skrivarin letur til at halda føroyskan politikk vera nakað øgiligt, sum ein persónur sum Tórbjørn Jacobsen ikki klárar at skilja. Eg fari her at royna at gera eina mynd av hvussu føroyskur politikkur virkar, fyri síðani at samanbera hetta við arbeiðslagið hjá Tobba.
Edmund Joensen var eina tíð okkara løgmaður, hann misbrúkti nógv sínar heimildir sum løgmaður við hóttanum um at siga landsstýrismenn úr starvi. Hann kláraði til dømis at reka Jóannes Eidesgaard á dyr.
Eitt annað, sum Edmund kláraði at gera í síni tíð sum løgmaður, var at geva einum landsstýrismanni sekkin eftir donskum harraboðum. Danir ynsktu ikki, at føroyingar skuldu fáa ein undirsjóvartunnil, og tí var fólkaræðið sett til viks. Eitt fínt dømi um hvussu politikkur virkar í Føroyum.
Edmund kláraði eisini at skriva nýval út í úrtíð. Við tí gerðini gjørdi Edmund eitt øgiligt rumbul, sum eingin føroyingur hevur klárað at gjørt honum eftir síðani, uttan kanska Anfinn Kalsberg, tá hann avlýsti fólkaatkøvðuna.
Jóannes Eidesgaard hevur umboðað Føroyaland á danatingi. Sigast má, at maðurin hevur verið øgiligur, meðan hann hevur sitið og umboða okkum í øðrum landi, gjørdi ikki peningsverk og fekk eina fúla løn afturfyri. Føroyskur politikkur, tá hann er best. Í hvussu so er føroyskur javnaðarpolitikkur.
Jóannes Eidesgaard hevur eisini klárað at samanborið ein niðurskurð í einari útlendskari peningaveiting til Føroya við krystalnáttina í Hitlertýsklandi. Henda viðmerking fekk ongar avleiðingar uttan at fullveldisfólk talaðu at í til dømis lesarabrøvum. Atli Hansen í Sambandsflokkinum brúkti eisini hesa somu samanbering og hetta fekk heldur ongar avleið-ingar.
Jóannes Eidesgaard hevur eisini lagt eftir veljarum hjá bæði Javnaðarflokkinum og Tjóðveldisflokkinum. Eftir ábreiðslu frá Høgna Hoydal hevði javnaðarhøvdingin einki annað at siga, uttan »jeg havi einki, at umskylda meg við, og jeg havi einki at umskylda meg fyri«. Heldur ikki hesuferð slapp Jóannes Eidesgaard at merkja nakrar avleiðingar. Føroyskur politikkur?
Eg kann til dømis nevna Óla Breckmann. Tað skuldi ikki verið neyðugt, at drigið nakað fram um hann. Men hann er eitt fínt dømi um hvussu politikkur virkar í Føroyum.
Vit havba fingið prógv um at ein og hvør er ikki vælkomin í Javnaðarflokkin. Ein atkvøðuslúkari úr Sjálvstýrisflokkinum royndi at koma upp í part, men tað var ikki eiti á hvussu illa hon var viðfarin av javnaðarfólki.
Vit hava eisini sæð Sambandsflokkin koma út við tí boðskapi, at hin sonevndi ríkisfelagsskapurin eigur lívið í okkum. Hetta er umleið tann fúlasta lygnin, sum undirritaði nakrantíð hevur hoyrt, men at lúgva soleiðis fyri Føroya fólki fekk heldur ongan avleiðingar.
Vit kunnu útfrá hesum brotum í føroyskum politikki tey seinastu árini staðfesta at politikkur í Føroyum ikki er serliga fyrimyndarligur. Fúlar lygnir, ærumeiðing og trakkan á føroyskt fólkaræði. Og hetta er bert eitt lítið brot úr føroyskum politikki.
Dimmalætting leggur eftir Tórbirni Jacobsen fyri ikki at fylgja óskrivnu reglunum í føroyskum politikki. Men í veruleikanum skuldi hann kanska fingið eina medalju fyri ikki at gera tað. Tórbjørn Jacobsen brýtur reglurnar og vil hava sannleikan fram fyri fólkið og harvið føroyingin við í føroyskan politikk.
Men sjálvandi hava fólk rætt til ikki at dáma arbeiðslagið hjá Tobba. Maðurin er jú ikki perfektur. Men tað virkar sum fólk seta nøkur øgilig krøv til mannin og tjóðveldis- og fullveldisfólk sum heild. Meira rættvíst var, um fólk og fjølmiðlar settu somu krøv til allar politikarar, ikki bara til Tobba, tjóðveldisfólk og fullveldisfólk.