Edmund Joensen, løgtings- og fólkatingsmaður
----
Konservativar kreftir í Løgtinginum vilja draga Føroyar aftur í tíðina til eina valskipan, ið mest av øllum tænir áhugamálunum hjá teimum sjálvum.
Fá munnu hava forstáilsi fyri tí, sum fyriferst í Løgtinginum í hesum døgum.
Fortelur tú útlendskum starvsfeløgum ella vinfólkum, at Løgtingið í dag viðger ikki færri enn trý ymisk uppskot um valskipaninina, nú tvey ár eftir, at valskipanin seinast varð broytt, rysta tey við høvdinum.
Tað sama gera skilafólk her í landinum.
Kortini er veruleikin, at fólkavald sita og diskutera, hvussu tey skulu pilka við eina valskipan, so hon kann avskeplast og gerast ótíðarhóskandi og órættvís. Hetta er væl at merkja samstundis, sum landið er um at fara av knóranum, tí hallið veksur upp um oyruni á okkum.
Er hetta rímiligt? Svarið kenna øll.
Fjórða uppskotið í samband við valskipanina eigur undirritaði. Hví? Jú, tí eg haldi, at vit, sum sita í Løgtinginum, eiga at lata skipanina við einum valdømi fáa frið.
Mítt uppskot snýr seg um at senda spurningin um valdømi út til fólkaatkvøðu. So kunnu fólk sjálvi gera av, um farast skal frá tí eina valdøminum ella ikki. Tað er hitt mest demokratiska at gera, nú Løgtingið ikki kann semjast við seg sjálvt um at lata skipanina við einum valdømi sleppa at royna seg.
Hini trý uppskotini benda øll meira og minni á tann bógvin, at tey vilja draga Føroyar aftur í gomlu støðuna, ið hoyrir einari farnari tíð til. Hetta var ein tíð tá Føroyar vóru eitt avbyrgt oyggjasamfelag, har fólkatal, búseting og liviumstøður vóru heilt øðrvísi enn í dag.
Tá høvdu lokalir kongar og barónar eina valskipan, sum mest av øllum tænti teirra egnu áhugamálunum. Hesir eiga ikki at fáa loyvi at draga okkum aftur í gomlsu støðuna, ið var ein orsøk til støðugt meira klandur og stríð enn neyðugt millum útjaðaran og miðdepilin í Føroyum.
Tað er gleðiligt at støðugt fleiri hava gjørt alment vart við seg seinastu dagarnar. Eg hevði tó ynskt, at fleiri søgdu hart og týðiliga, at tey ikki bert vilja varðveita skipanina við einum valdømi. Eri bangin fyri, at her skal meira til, um fólkavald skulu fáast at lurta. Her má koma eitt krav um at fáa málið til fólkaatkvøðu.
Vit, sum vilja lata fornuftina ráða, mugu eina ferð fyri allar greiða Løgtinginum frá, at Tingið skal lata veljaran taka avgerðina um, hvørt farast skal frá tí eina valdøminum ella ikki.