Ætla at endurtaka flotta úrslitið frá í fjør

Tað sigur Sigfríður Clementsen, venjari hjá Vìkingi, undan Europa League dystinum móti Daugava Daugavpils í kvøld.

Víkingur vann seg í fjør víðari í Europa League kappingini. Yvir báðar dystirnar móti finska FC Inter Turku, endaði Víkingur omaná. Fyrri dysturin endaði 1-1 á Svangaskarði, meðan Víkingur vann útidystin 1-0. Einsamalla málið í tí dystinum skeyt Víkinga leikarin, Hanus Jacobsen. Víkingur reyk seinni út úr kappingini, tá teir møttu rumenska liðnum, Petrolul Ploiesti.

 

Í kvøld skal Víkingur aftur í eldin í Evropa og Víkinga venjarin, Sigfríður Clementsen, sigur at teir í Víkingi eru klárir.

 

-      Vit eru klárir til uppgávuna og eru vitandi um, at vit skulu fáa eitt gott útgangsstøðið við okkum úr Føroyum. Vit skulu vera eyðmjúkir og arbeiða hart, tí føroysk feløg fáa ofta trupulleikar, um teir halda at uppgávan er yvirkomilig. Vit sóu tað í gjár við HB á Gibraltar og vit sóu tað í fjør, tá EB/Streymur spældi í Andorra.

 

Sigfríður Clementsen sigur, at teir lítið og einki kenna til mótstøðuliðið, tó so at GÍ fyri átta árum síðani tapti tepurt móti Ventspils úr Lettlandi. 

 

-      Deildin í Lettlandi skuldi verið eitt vet lægri enn deildin í Finnlandi og í fjør vunnu vit móti einum liðið úr Finnlandi. Tí skulu vit heilt avgjørt trúgva uppá okkara møguleika.

 

Víkingur manglar 3 leikarar til dystin í kvøld. Miðvallarin Súni Olsen er skaddur og tað er verjuleikarin Dánial Pauli Lervig eisini. Harafturat er Sølvi Vatnhamar burturstaddur og tí verður hann heldur ikki í Víkinga liðnum í kvøld. Nýggi Víkinga leikarin, Andreas Lava Olsen, er tó klárur til dystin í kvøld.