AB styrkir seg við tveimum leikarum

AB hevur í kvøld kunngjørt tveir nýggjar spælarar

 

Argjamenn vera í ár aftur partur av bestu fótbóltsdeildini hjá monnum – Betri deildini – eftir eitt ár í næstbestu deildini. Higartil hevur verið eitt sindur friðarligt rundanum flytingar hjá AB í vetur, men í kvøld kunnger AB tveir nýggjar spælarar.

 

Teir báðir eru 31 ára gamli áleyparin úr Montenegro, Ivan Knezevic, og 20 ára gamli Absalon Eliasen.

 

Ivan Knezevic úr Montenegro er eitt nýtt andlit í føroyskum fótbólti. Hann kemur til AB úr felagnum Mladost Podgorica úr Montenegro. Fyrr hevur hann eisini roynt seg í russiskum og rumenskum fótbólti, har hann millum annað hevur spælt 15 dystir fyri FC Krasnodar, ið er eitt væl kent felag í altjóða fótbólti. Tá Ivan Knezevic spældi við FC Krasnodar, var FC Krasnodar tó ikki líka væl kent, sum tað er í dag, tí tá spældu teir í næstbestu russisku deildini.

 

Eisini hevur Ivan Knezevic spælt 13 dystir og skotið fimm mál fyri U-21 landsliðið hjá Montenegro. Seinastu tvey árini er Ivan Knezevic tó ikki skrásettur fyri nakað mál – hesi bæði árini hevur hann spælt fyri Ubon UMT United í Thailandi og Mladost Podgorica í Montenegro.

 

Hin nýggi leikarin er 20 ára gamli Absalon Eliasen, sum seinastu tvey árini hevur verið partur av liðnum hjá fyrst TB og síðani Suðringum.