AaB fær sjónvarssending

Felagið hjá Jón Róa Jacobsen og Súna Olsen fær nú sína egnu sjónvarpssending. Mikudagin verður sendingin Halftime send fyrstu ferð, og tað er ein tími við tilfari um tær ymsu ítróttargreinarnar í AaB. Sendingin verður send á rásini AN/TV, sum 45.000 húsarhald í Norðurjútlandi kunnu síggja. Næsta ár verður talið av hyggjarum umleið 110.000 húsarhald. Tað er framleiðslufelagið AM Production, sum saman við sponsorinum Spar Nord Bank, hevur tikið stig til sendingina, sm skal sendast einaferð um vikuna frameftir.