91 ára gamla Olevina í gongd alla ovastevnu

- Eg havi ikki verið nógv úti, men havi verið við hús og tikið mær av gestum, sum hava vitjað inni á gólvinum um ovastevnuna, sigur mamma Ova Joensen, sála, Olevina Joensen

Á ovastevnu, sum hevur verið um vikuskifti, var Sosialurin inni á gólvinum hjá 91 ára gomlu, Olevinu Joensen.
Hóast høga aldurin er Vina, sum hon verður rópt millum mamma, væl fyri. Hon er røsk, púra klár, og blíðskapurin er altíð í hásæti, tá tú ert inni á gólvinum hjá henni á Bátatúgvuni.
- Umframt at nógv fólk hevur verið inni á gólvinum, nú ovastevna er, hava vit eisini havt nógva vitjan, tí dóttir mín, Julia, eisini hevur hildið sín fimmti ára føðingardag.
Olevina Joensen segði leygarkvøldið, at hon hevur ikki verið nakað serligt úti í bygdini um stevnuna.
- Eg havi verið við hús og havi tikið mær av fólki, sum hava vitjað inni á gólvinum, sigur mamma Ova Joensen, sála.

Nógv fyrireiking
Olevina er onga løtu í iva um, at nógv arbeiði liggur í at fyrireika eina slíka stevnu sum ovastevnu.
- Eg haldi, at ovastevna skuldi verið annað hvørt ár - og ikki hvørt ár. Ikki tí, at brúk ikki er fyri stevnuni hvørt ár, men eg haldi, at tað er ov nógv stríð hjá fyriskiparum at skipa fyri stevnu á hvørjum ári, sigur hin fryntliga og lívsfríska, Olevina Joensen.
Tað var á sumri í 1986, at Ove Joensen framdi bragdið at rógva langa teinin úr Nólsoy til Keypmannahavnar í tilsamans 41 samdøgur.??
Sosialurin fer í blaðnum mikudagin at venda aftur til ovastevnu.