32 søkt stjórastarvið í Norðurlandahúsinum

Stýrið fyri Norðurlandahúsið hevur fingið fleiri umsóknir enn áður, tá ið søkt hevur verið eftir stjóra.

Umsóknirnar eru 32, og tær eru úr øllum Norðurlondunum uttan úr Noregi og Finnlandi.

Seks føroyskir umsøkjarar eru, sigur Niels Halm, stjóri í Norðurlandahúsinum.

Nú byrjar setanartilgongdin, og stýrið hevur fund i september, tá ið nakrir umsøkjarar verða kallaðir inn til samrøðu.

Niels Halm er ikki við til at seta avloysaran.