Nú kappingin liggur still er góð tíð at kanna hvussu býtið hevur verið í innanhýsis uppgerðum síðani vit fóru yvir til 27 umfør í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum í 2005.
Árini 1988-2004 høvdu vit 18 umfør í bestu mansdeildini.
Mest regluliga og søguliga uppgerðin í bestu mansdeildini eru uppgerðirnar millum KÍ og HB. Burtursæð frá 2010 tá KÍ varð í næstbestu fótbóltsdeildini hevur verið talan um eina regluliga prestisjuuppgerð millum javnaldrarnar, KÍ og HB sum hava 116 ár á baki.
Fyrstu fimm árini við 27 umførum lagaði lutakastið seg so javnt sum tað kundi millum KÍ og HB. Árini 2005 til 2009 spældi HB móti KÍ við Djúpumýru átta ferðir, og KÍ spældi í Gundadali móti HB sjey ferðir.
Í tíggjunum hevur KÍ havt lutakasthepnið við sær, tá teldan hjá FSF hevur drigið kappingarskránna.
Kappingarárini 2011 til 2019 hevur besta mansliðið hjá HB spælt landskappingardyst við Djúpumýru 16 ferðir, meðan besta mansliðið hjá KÍ hevur bara spælt landskappingardyst móti HB í Gundadali 11 ferðir. Í tíggjunum hendi tað bara í 2011 og í 2016, at HB fekk tveir heimadystir móti KÍ í bestu mansdeildini.
"Støðan" síðani vit fóru yvir til 27 umfør í 2005 er sostatt 24-18 til Djúpumýru móti Gundadali, tá talan er um dystir millum KÍ og HB í bestu mansdeildini.
Í tíggjunum er "støðan" 16-11 til Djúpumýru móti Gundadali, tá talan er um dystir millum KÍ og HB í bestu mansdeildini.
Sambært kappingarskránni skal HB aftur í ár tvær ferðir til Klaksvíkar at spæla móti KÍ. Um kappingin ikki verður stytt niður í 18 umfør orsaka av Corona, so verður "støðan" 26-19 til Djúpumýru móti Gundadali, tá talan er um dystir millum KÍ og HB, tá kappingarárið 2020 er liðugt.
(Kelda: FaroeSoccer)