Í minsta lagi 20 fólk lógu eftir á, tá ein tokbreytarbrúgv brotnaði í Mexiko Býi, meðan eitt tok koyrdi eftir brúnni.
Vanlukkan hendi um 22.30-tíðina lokala tíð mánakvøldið.
Upptøkur vísa, at brúgvin hoknaði undan, og at ein tokvognur datt oman yvir bil, sum koyrdi undir brúnni.
Óvist er, um meira enn tann eini bilurin varð raktur.
Borgarstjórin í býnum, Claudia Sheinbaum, hevur sambært Reuters sagt, at í minsta lagi 20 fólk hava latið lív, og millum tey deyðu eru eisini børn.
Fyrr í morgun varð upplýst, at 49 fólk eru flutt á sjúkrahús, harav sjey eru illa løstað, men nú skriva útlendskir miðlar, at talið av løstaðum er 70.
Stúrt verður eisini fyri, at talið av deyðum fer at veksa.
- Tað var ein av súlunum undir brúnni, sum brotnaði, sigur borgarstjórin, Claudia Sheinbaum, tá hon varð spurd um orsøkina til syrgiligu vanlukkuna í Meksiko Býi.
Upptøkur av staðnum vísa, at bjargingarlið leita eftir fólki í tokvogninum og undir leivdunum av brúnni.
##med2##