19. Jazzfestivalurin:Stig Rossen høvuðsnavn

Dagarnar 2. til 6. juli verður tann 19. Jazzfestivalurin hildin. 80 tónleikarar fara at spæla á 10 ymsum spælistøðum. Fleiri rættiliga kend nøvn leggja eisini leiðina til Føroya ? Stig Rossen verður høvuðsnavnið

FESTIVALUR

Aftur í ár verður skipað fyri Jazzfestivalinum. Hesin í Føroyum so kendi festivalurin fer fyri 19. ferð av bakkastokki, og fyrireikararnir hava eydnast at fingið hendur á einari røð av kendum jazz nøvnum ? bæði innan- og uttanlands.
18 orkestur skulu dagarnar frá týsdegnum 2. juli til sunnudagin 6. juli spæla á festivalinum. Spælistøðini eru mest í Havn. Talan verður bæði um vanligar konsertir, men eisini ókeypis uttandura konsertir.
Brandur Øssursson, sum aftur í ár fyriskipar festivalin, sigur, at teir hesaferð hava lagt seg eftir at kunna vísa nógvan ymiskan sang. Ikki færri enn sjey kvinnuligir sangarar koma til Føroya til festivalin.
Nevnast kann eitt nú Irina Strange úr Russlandi. Hennera sangevni eru heilt framúr. Rødd hennara spennir um fýra oktavar í hennara jazzframførslu.
Eisini kunnu vit nevna Wentus Blues Band, sum er heimsken blues orkestur, sum fyrireikarin veruliga er glaður fyri at hava fingið til Føroya, tí eftirspurningurin er risastórur.
Sum heild umfatar Jazzfestivalurin rættiliga nógv forkunnugt og spennandi. Sum altíð er nógv føroyskt við. Eitt nú Malan Thomsen og Unn Patursson vera við við teirra manningum. Eisini veðrur okkurt tiltak við Norðlýsinum.

Stig
Størsta navnið á festivalinum er Stig Rossen. Hann fer at hava tvær konsertir í Norðurlandahúsinum mikukvøldið.
Nítiárini vóru júst byrjaði, tá Stig Rossen heldur óvæntað fekk sítt stóra gjøgnumbrot í London sum musicalsangari. Hann var júst liðugur við sjónleikaraútbúgvingina á Guildhall School of Music and Drama, og hevði fingið ein tjans sum kórsangari í Les Miserables. Men har royndist hann somikið væl, at fyriskipararnir skjótt bjóðaðu honum høvuðsleiklutin sum Jeal Valjean í Les Miserables. Hetta var ein dreyma-leiklutur, og í honum varð Stig Rossen verandi í 1400 framførslum í sjey londum.
Í Føroyum fer Stig Rossen einamest at syngja løg úr sangleikum. Umframt Les Miserables, hevur hann til dømis havt leiklutir sum Judas í Jesus Christ Superstar, og Anatoly Sergievsky í Chess. Í Danmark var Stig Rossen eisini ein av fyriskiparunum av Chess, og tilsamans vóru 80.000 atgongumerki seld.
Haravtrat hevur Stig Rossen sungið nógvan musicaltónleik í konserthøpi. Til dømis tríggjar konsertir við Andrew Lloyd-Webber tónleiki saman við Radioundirhaldsorkestrinum. Og hann hevur bæði gjørt upptøkur og spælt konsertir við Sønderjyllands Symfoniorkester, undir leiðslu av bretanum David Firman
Men føroyingar kunnu eisini vænta at hoyra vælkendan populertónleik. Stig Rossen hevur nomið við nógv tónleikasløg. Hann er ein persónur, sum uttan íhald søkir sær avbjóðingar. Men hann kann í øllum førum lova, at tað bara verður tað besta, sum vit fáa at hoyra.
Tað var heppið hjá Jazzfestivalinum, at gera sáttmála við Stig Rossen um tvær konsertir í Norðurlandahúsinum 3. juli, upplýsir festivalstjórin Brandur Øssursson. Rossen er sera nógv umbiðin. Umframt at syngja konsertir, ger hann nógvar upptøkur, og leggur lag á hjá øðrum.
Stig Rossen er musicalmeistarin. Og hóast hann leingi hevur verið sera sjónligur í donskum høpi, hevur hann flestu árini havt støð í musical-umhvørvinum í London, har stórur partur av hansara danska tilfari eisini er lagt til rættis ella tikið upp. Eitt nú bróðurparturin av donsku Chess útgávuni, sum varð gjørd fyri hálvum ári síðan.
Men hann hevur eisini gjørt fløgur, sum eru ætlaðar altjóða marknaðinum. Eitt nú varð plátan Letters of Love frá 1997, sum Polygram gav út, seld nógv úti í víðu verð. Seinastu altjóða royndina hevur Stig Rossen úr Kina. Í samband við at tað í ár eru 50 ár síðan, at Danmark og Kina knýttu diplomatiskt samband, sang Stig Rossen í apríl mánaði í ár Gallakonsert í Beijing.
Atgongumerkjasølan til Stig Rossen er longu byrjað í Norðurlandahúsinum. Mánadagin í komandi viku byrjar atgongumerkjasølan til øll hini tiltøkini.