1473 fólk fáa lønarískoyti frá Als

Serskipanin, sum varð sett í gildi, tá ið korona rakti Føroyar, skuldi halda uppat í dag, men hon er longd í tveir mánaðir, fram til 31. august

Í løtuni eru 1473 fólk í lønarískoytisskipanini hjá Als. Umframt tey, sum fáa lønarískoyti, eru 436 fólk, sum fáa arbeiðsloysisstuðul. Tað stendur á lesa á heimasíðuni hjá Als.

Í mun til fólkatalið eru nógv flest arbeiðsleys í Suðuroy. Har eru 143 arbeiðsleys, meðan tað eru 159 í Suðurstreymoy..

Tá ið talan eru um tey, sum fáa lønarískoyti, eru nógv flest úr Suðurstreymoy. Har eru 606, sum fáa lønarískoyti. Í Eysturoy eru 357, í Vágum 139, í Norðoyggjum 131, í Sandoynni 84, í Norðurstreymoy 83 og í Suðuroynni 69, sum fáa lønarískoyti í løtuni.

Serskipanin skuldi halda uppat í dag, men hon er longd til 31. august. Men nú skal Als ikki longur gjalda, bara umsita skipanina. Frá 1. juli er tað landskassin, sum rindar.

##med2##

Løgtingið játtaði herfyri 20 milliónir krónur til endamálið.

Skipanin fyri fólkapensjónistar verður tó ikki longd. Hon heldur uppat í dag.

Lønarískoytisskipanin kom í gildi 12. mars. 4. apríl vóru flest fólk í skipanini, tá vóru 4.320 fólk í henni. Síðani tá er talið minkað. Tað er 1.481 í dag.

##med3##