120 fólk til arbeiðis á nýggjum virki í Vági

Hóast prísurin á laksi er sera vánaligur í løtuni, stúrir Heri Hjelm ikki fyri framtíðini hjá nýggja laksavirkinum, hann hevur gjørt í Vági, saman við norðmonnum fyri góðar 70 milliónir

 

Nú er aftur eitt nýtt virki latið upp í Vági. Og hetta er eitt virki av teimum stóru, tí har fara eini 120 fólk at hava sína dagligu gongd til arbeiðis.

Tað er eitt nýtt laksavirki, sum Heri Hjelm og hansara samstarvsfelagir í Pan Fish í Noregi, sum nú hava gjørt eitt stórt laksavirki í Vági undir navninum Suðurlaks.

Tey hava arbeitt á virkinum í eina tíð fyri at royna maskinurnar og nú er tað so komið hartil, at virkið varð alment tikið í nýtslu í gjár.

Tað varð gjørt við eini hátíðarløtu á virkinum á miðdegi í gjár, har almenningurin var boðin at síggja virkið, afturvið einum kaffimunni og kransakaku og onkrum søtum afturat undir tonnina.

Suðurlaks hevur leigað gamla flakavirkið Polarfrost frá Fiskavirking og gjørt tað at kalla alt samalt nýtt innan og innrættað tað til laksavirki.

Heri Hjelm sigur, at maskinurnar og útbúnaðurin annars, vísa seg at rigga so væl, at teir eru sera væl nøgdir og nú er ætlanin at seta øll segl til.


120 fólk til arbeiðis

Nýggja laksavirkið hjá Suðurlaks er bæði stórt og hartil ógvuliga fjølbroytt, so at tað ber til at virka ymsar vørur burturúr laksi.

? Vit hava eina velduga orku at slátra og stendur á, kunnu vit slátra útvið 300 tons um samdøgurið. Útvið 40 fólk fara at arbeiða á sláturdeildini á virkinum,sigur Heri Hjelm.

Hann sigur, at teir hava eisini tvær portiónslinjur, har tað ber til at skera 12 tons til portiónir á eini átta tíma vakt á hvørjari linju.

? Verður arbeitt sólarringin runt á báðum linjunum, kunnu vit sostatt skera upp til 50 tons av lidnari vøru, um so skuldi verið.Tað svarar til 100 tons av rundum laksi.

Á hvørjari portiónslinju fara eisini útvið 40 fólk at arbeiða, so tilsamans er talan um eitt arbeiðspláss til næstan 120 fólk.

Á virkinum er eisini útgerð til at skera fløk og at pakka tey lufttætt, so at tey antin kunnu útflytast fesk, men tað ber eisini til at frysta tey til seinni útflutning.

Men harumframt ber eisini til at frysta heilan laks.

Heri Hjelm sigur, at í vár verður flakalinjan á roykivirkinum í Porkeri eisini flutt inn á virkið í Vági og tað verður so uppaftur brúk fyri fleiri fólkum.

Tað merkir ikki, at ætlanin er at leggja Roykivirki í Porkeri stilt.

? Tá ið flakalinjan í Porkeri er flutt til Vágs, fer tað at føra við sær, at tað ber til at roykiorkuna í Porkeri, sigur Heri Hjelm.

Hann sigur, at ætlanin er, at rávøran hjá laksavirkinum skal útvegast frá teirra egnu alibrúkum í Suðuroynni.

? Vit ætla okkum at taka eini 10-15.000 tons av laksi um árið úr okkara egna alibrúkum. Men verða unmstøður til tess, ber tað til at veksa um enn meiri um alingina.

Virkið hjá teimum hevur í løtuni alibrúk bæði í Lopra, í Vági, í Hovi, í Øravík og í Froðba.

Teir hava eisini søkt um loyvi at ala á Hvalbiarfirði, men enn hevur Vinnumálastýrið ikki tikið avgerð um umsóknina, tó at Hvalbiar Kommuna hevur viðmælt at ganga henni á møti.


Sær ljósari út

Nýggja laksavirkið í Vági er ein veldug íløga, tí tað kostar yvir 70 milliónir.

Hesa seinastu tíðina hevur laksaprísurin verið út av lagi vánaligur, men kortini stúrir Heri Hjelm ikki fyri framtíðini.

? Vit eru tíbetur komnir hartil, at vit kunnu siga, at prísurin hevur verið lægri, enn hann er nú. Hann sigur sostatt, at prísurin er farin at kvinka uppeftir aftur.

? Tað eru glottar fyri framman, tí prísurin gongur aftur rætta vegin. Bjartskygnið er størri nú, enn tað hevur verið.

? Vit halda eisini, at vit eru so kappingarfør sum nakað annað virki, so vit kunnu virka laks so bíliga sum nakar. Tí óttast vit ikki fyri framtíðini, sigur Heri Hjelm.

Heri Hjelm væntar, at tað verður javnt og nógv arbeiði á virkinum.

Tað veldst eitt sindur um, hvussu marknaðurin verður. Men hann hevur rættiliga góðar vónir um, at tað fer at eydnast.

? Vit vita, at marknaðurin er til staðar. Vit kenna vøruna og duga at framleiða hana líka væl sum onnur og framleiðslan er er kappinarfør, so fortreytirnar eru avgjørt til staðar.