Dagin fyri týska tjóðartingssvalið gingu nýnazistar og mótmælisfólk í gøtunum í Berlin.
Umleið 100 fólk luttóku í nýnazistiskari mótmælisgongu í týska høvuðsstaðnum í dag. Hesum boðar dpa frá.
Tagesspiegel metir tó, at talið av luttakarum er umleið 200.
Fleiri enn 1.000 fólk luttóku í mótmælisgongu og forðaðu nýnazistisku mótmælisgonguni. Hetta gjørdu teir millum annað við at seta seg á vegin og steingja hann.
Harumframt royndu teir at bróta løgregluketur.
Hetta førdi til, at nýnazistiska mótmælisgongan steðgaði fleiri ferðir og mátti bíða upp til hálvan tíma. Sambært týskum miðlum var stemningurin spentur.
Sambært Tagesspiegel brúkti løgreglan piparspray til at fáa mótmælisfólkini av vegnum.
Fleiri mótmælisfólk vórðu handtikin.
Nógv av nýnazistisku mótmælisfólkunum vóru sera ung.
”Eystur, Eystur, Eysturtýskland,” róptu tey, meðan tey gingu gjøgnum gøturnar.
##med2##
Tað er ein fyrrverandi kommunupolitikari úr flokkinum Alternativ fyri Týskland (AfD) úr býnum Aachen, sum eitur Ferhat Sentürk, sum legði til rættis nýnazistisku mótmælisgonguna.
Mótmælisgongan hevði heitið "móti vinstravendari ekstremismu og politiskt motiveraðum harðskapi". Umleið 600 fólk høvdu upprunaliga meldað seg til mótmælisgongu.
Í nýnazistiska umhvørvinum eru blandaðar hugsanir um kommunalpolitikaran. Summi halda, at hann ikki er nóg radikalur. Onnur eru ónøgd við, at hann hevur turkiskar røtur. Hetta skrivar Taggesspiegel.
Í desember skipaði Sentürk fyri mótmælisgongu við sama boðskapi í Berlin. Tá vóru eisini stórar mót-mótmælisgongur.
Á veg til mótmælisgongurnar lupu mótmælisfólk í desember á limir í Javnaðarflokkinum SPD, sum vóru á veg til mótmælisgongu.
Ferhat Sentürk hevur áður verið alment kendur fyri at rópa nasistiska heilsan og syngja marsjsangir, sum eru knýttir at nasistisku herdeildini, Waffen-SS.
/Ritzau/