fyri Noreg í 70-unum nýtist ikki at vera gott fyri Føroyar í 90-unum. Árni Olafsson nam eisini við manningarspurningin í fiskivinnu og oljuvinnu. Hann helt seg hava lagt til merkis, at tað longu í dag er kapping [...] helt, at føroyingar hava brúk fyri í mesta lagi eini útgerðarhavn í eini leitifasu. Hann helt, at føroyingar í eini leitifasu ikki nýttust at gera stórar íløgur í nýggjar havnir og basar, men heldur brúka [...] , havnir og havnaøki. Jan H. T. Olsen vísti í hesum sambandi á tað, sum hevði verið óheppið í gongdini í Noregi. Hann segði, at nógv av tí, sum varð gjørt í byrjanini av útviklingunum, var óneyðugt. Nógvar
fólkunum, sum høvdu tikið hana til sín krígsárini. Í 60?unum var Anna nøkur ár í Føroyum, arbeiddi í Føroya Banka; tey árini var hon hondboltleikari í Kyndli. Hervilig tuberklasótt tók Hjalmar frá teimum; [...] bygdu. Sum nýgift búsettust Astrid og Hjalmar, sum var ættaður av Norðtoftum, í nýggj hús í Brekkugøtu, hetta var í 1932, í býlinginum, sum onkuntíð verður róptur Rabarbukvarterið. Her búleikaðust tey, [...] einki at gera, ja det skylur hon ikki! Ein teirra, sum í barnaárunum hevði dagligu gongdina í Brekkugøtu í heiminum hjá Astrid - og tá tey búðu í M. Heinasonargøtu hjá Johonnu og Hans Jakki, hevur manga
linkað nakað, vegna broytingar í ES, sigur Finnbogi Arge. Tá kreppan leikaði harðast, minkaði virksemið hjá bilverkstøðum og bilasølum niður í einki, men nú er aftur gongd í, og Finnbogi Arge er fegin um [...] einasta í landinum, sum er eitt lakkverkstað burturav. Hetta sigur Finnbogi Arge, sum er stjóri í fyritøkuni p/f Meinhardt Arge, ið selur bilarnar Opel, Nissan og Peugot. Teir hava nýliga gjørt íløgur í nýmótans [...] sigur, at luftin í kabinuni verður skift út 266 ferðir um tíman. Tá sproytað verður, er hitin í kabinuni umleið stovutemperatur, men tá liðugt er at sproyta, verður skrúvað upp á 65°C. Í hesum hitanum stendur
á hædd við pensiónirnar í londunum rundanum okkum, sigur hann. Símun Pauli Poulsen er skrivari í Landsfelag Pensionistanna og formaður í eldradaganevndini Hann sigur, at sjálvt í Írlandi, har tað er nógv [...] hittast Hetta er aðru ferð at eldradagur er í Føroyum. Hin var í Norðurlandahúsinum í 1993. Ætlanin er nú at hava eldradagar hvørt ár og ætlandi verða teir næstu í Norðoyggjum komandi heyst. Símun Pauli Poulsen [...] um tørvin á plássum á røktarheimum og ellisheimum, helt hann. Kreppan ikki av Páll Vang segði, at kreppan, hevur serliga rakt útjaðaran í Føroyum. ? Á Tvøroyri er aldursbólkurin av teimum 20 til 24 ára
árini eru fá sethús bygd í Føroyum, men nú stinga nøkur nýggj hús seg upp her og har. Ein teirra, sum trýr upp á framtíðina, er byggimeistarin Høgni Mikkelsen. Í 80-árunum og fyrst í 90-árunum bygdi hann fleiri [...] fleiri hús, líka til kreppan setti fót fyri øllum virksemi í landinum. Men nú fer Høgni at royna aftur. Ætlan hansara er at byggja 12 sambygd hús við Løgmansbreyt, Eystan Gil. Húsini verða í tveimum hæddum,
rættiliga nógv um teir fittu barnasangirnar hjá Anniku í sjeytiárunum, ið tey flestu munnu kenna, teirra millum onkur enntá er endurtulkaður nú í 90'unum. So kanska hevði hesin nýggi verið góður fongur, um [...] fyrstu verurnar í Havinum, vit sleppa at heilsa upp á, eru Hvalspýggjan og Taraloppan, hvørs upplivingar og ofta truplu livikor verða lýst í melodiøsum og stundum stuttligum løgum. Ein styrki í hesari fløgu [...] um smáverur við sjálvsáliti, ið hava góðtikið og lært at livað í tí umhvørvi og avmarkingum, tær eru settar í. Meðan hvalspýggjan ferðast í »vátari sælu«, veit taraloppan, at »alt ger mun« - kanska eginleikar
Fólkatalið í Føroyum gongur framvegis uppeftir. Tá ið kreppan tók seg upp, tók fólkatalið at minka í stórum. Men í 1996 kom vend í aftur. Tann positiva gongdin er hildin fram í ár. Og hagtølini highartil í ár [...] fólkatalið vaksið, líka til kreppan tók seg upp. Í 1970 búðu 38.600 fólk í Føroyum, og fólkatalið kom í hæddina í 1989, táið tað vóru 47.838 fólk í Føroyum. Men so kom kreppan sum eitt óløgi inn yvir okkum [...] so stóra nettotilflyting. Men eisini í 1975 og 1988 var nettotilflytingin stór. Alt í alt roknar Hagstovan við, at tað fara at búgva 44.322 fólk í Føroyum við árslok í ár, afturímóti 43.792 fólkum tann 1
átta mánirnar í ár, afturímóti í fjør. Men hinvegin eru lønargjaldingarnar til fiskimenn øktar úr 395 milliónum fyrstu átta mánaðirnar í fjør til 419 milliónir sama tíðarskeið í ár. Tað er 6%. Í alingini er [...] átta mánaðirnar í fjør, uppí 66 milliónir sama tíðarskeið í ár. Framleiðslan minst Verður vinnan býtt sundur í bólkar, sæst, at teir átta fyrstu mánaðirnar í ár, er tann størsti vøksturin í bygging, handli [...] mánaðirnar í ár, afturímóti sma tíðarskeiði í fjør. Tølini vísa, at frá januar til august í ár, vóru lønargjaldingarnar 2.410 milliónir krónur, afturímóti 2.270 milliónir sama tíðarskeið í fjør. Lønar
øllum virkjunum í Havn, á Tvøroyri, í Runavík, á Eiði, í Vestmanna, í Vágum osfr. -Men hvat nú um fólkaflokkurin veruliga letur Framtaksgrunnin fara - kanst tú so halda fram við at sita í eini samgongu saman [...] virkinum á Kósini og fiskavirkinum í Gøtu móti at bjarga Framtaksgrunninum á henda hátt! -Vit eru ikki einsamallir í verðini men eru uppi í móti sera sterkum kreftum í Íslandi, Noregi, Bretlandi og Danmark [...] trupult at vera í fiskivinnu í Føroyum. Tað hevur tað eisini verið í øðrum londum. Teir, sum klára seg, eru teir, sum hava nokk av eginpeningi, og tað er júst hetta, sum hevur manglað í føroyskum vinnulívi
verið har í yvir 30 ár, fýra í yvir 40 ár. Ein teirra er Sigmund í Hoyvík, sum hevur starvast sum fulltrúi á heilsøluni í 41 ár. Hans fekk fast starv á heilsøluni í 1947, eftir at hann hevði verið í Eglandi [...] árini fingist við nógv ymist virksemi. Hon var fyritøka í landinum at fáa sær edv-tól, kallað holkort tá. Tað var í 1963. Í 1965 stovnaðu teir P/F Data. Í 80-árunum varð Samkeyp stovnað saman við fleiri handlum [...] virkið, sum eisini seldi fisk og ullvørur, og í 1929 flutti heilslan oman á Bryggjubakka. Poul Hansen var pápi Hans Hansen, sum í 50 ár hevur verið í fyritøkuni. Hann var stjóri fram til 1993, tá sonurin Høgni