Ein vanlukka fyri landið

-Tað er meiningsleyst, og tað er ábyrgdarleyst og eg nokti at trúgva, at tingið fer at lata Framtaksgrunnin fara fyri bakka. Tað verður ein vanlukka fyri Føroyar, og úrslitið verður, at fiskivinnan fer á útlendskar hendur sigur Edmund Joensen , løgmaður í samrøðu við Sosialin. Vil fólkaflokkurin ikki vera við, so roknar hann við, at andstøðan fer at samtykkja uppskotið

Áðrenn Edmund Joensen, løgmaður fór á almenna vitjan í Noregi í gjár, hevði hann lagt síðstu hond á eitt uppskot at leggja fyri tingið um at fáa Framtaksgrunninum meiri eginpening.

Rættiligt rumbul hevur longu tikið seg upp um hetta málið, og fólkaflokkurin hevur boðað frá, at hann ikki uttan víðari fer at atkvøða fyri uppskotinum. Hann fer at taka støðu til málið í tinginum. Tað hevur eisini ljóðað, at tað er ikki óhugsandi, at fólkaflokkurin vil lata grunnin fara á heysin.

Edmund Joensen, løgmaður sigur við Sosialin, at talan er bert um eina konvertering, og at nýggir pengar skulu ikki til.

-Støðan er tann, at Framtaksgrunnurin hevur lítið av eginpeningi, samtíðis sum hann hevur nógv av lánspeningi. Grunnurin er at meta sum ein ognari og er hann undir sera strongum reglum. Tá so okkurt av feløgunum hjá honum verður minni vert, so má grunnurin justera sína ogn beinanvegin. Tá tað so verður konstaterað, at Fiskasølan er minkað í virði, so má hetta justerast í grunninum. Men tað merkir ikki, at eitt einasta nýtt oyra skal setast í. Talan er um eina tekniska regulering og einki meira. Tað snýr seg als ikki um at útvega nýggjar pengar men um at gera grunnin solventan aftur. Hann hevur bert 2 mill. kr. í eginpeningi sigur løgmaður og vísir á, at hetta er so nakað, sum vit øll hava vitað, nevniliga at virkini hava brúk fyri eini innkoyringartíð uppá trý ár

Tað er bara tingið, sum kann konvertera til eginpening. Deadline tvs. síðsta freist fyri at gera hetta er 11. november. Framtaksgrunnurin kann rætt og slætt ikki vera insolventur longur enn til tá. Edmund Joensen sigur tað tí vera sína skyldu sum løgmaður at leggja málið fyri tingið.

Saman við uppskotinum hevur hann lagt upplýsingar við, eitt nú tað, sum teir dagførdu roknskapirnir fram til juli í ár vísa. Løgmaður sigur, at málið annars er væl lýst í Tinganesi. Tað hevur verið tvær ferðir fyri á landsstýrisfundi, tvær ferðir í lítlusamgongu og eina ferð á formellum fundi.

Hetta er so tað, sum skal gerast her og nú. Men tað, sum vit hava bundið okkum til at gera uppá longri sikt, er, at tá grunnurin er trý ár, so skal hann endurskoðast. Hetta skal gerast saman við forsætisráðharranum. Harumframt skal nevnd veljast av nýggjum. Tað er í januar. Løgmaður heldur, at hesi tingini nú verða blandað saman, og tað er als ikki neyðugt.

Hann hevur annars boðað frá, at reglugerðin fyri grunnin verður broytt soleiðis, at undantaksreglan, har Framtaksgrunnurin einsamallur kann keypa fyritøkur, verður tikin burt, og har bert høvuðsreglan verður galdandi, har Framtaksgrunnurin er ein minnilutapartaeigari.

Løgmaður sigur, at tað ber til at gera hetta, tí tá Framtaksloysnin varð gjørd í síni tíð høvdu vit eitt samfelag í álvarsligari kreppu, sum gjørdi, at brúk var fyri slíkum krepputiltøkum, bæði viðvíkjandi Fiskasøluni og Fiskavirking.


Ein vanlukka

-Men at hugsa sær til at ganga so vítt sum fólkaflokkurin sigur seg vilja gera tvs. at lata grunnin fara fyri bakka, er einki minni enn ein vanlukka fyri landið. Hetta vita øll. Eg trúgvi ikki, at tingið fer at góðtaka, at Framtaksgrunnurin fer fyri bakka. Tað er tað saman sum at siga, at tú skal steðga øllum virkjunum í Havn, á Tvøroyri, í Runavík, á Eiði, í Vestmanna, í Vágum osfr.

-Men hvat nú um fólkaflokkurin veruliga letur Framtaksgrunnin fara - kanst tú so halda fram við at sita í eini samgongu saman við fólkaflokkinum!

-Eg havi tað tiltrúgv, at tingið fer at gera tað, sum er neyðugt. Vit hava annars alla tíðina kent fólkafloksins støðu í hesum málinum. Tað kemur sum so ikki nakað nýtt.

Løgmaður sigur tó , at tað ber til at arbeiða saman við fólkaflokkinum eisini um hann tekur avgerð um at boykotta grunnin. -Og tá flokkurin ikki forðar fyri, at málið verður lagt fyri tingið, so er tað tí, at hann góðtekur, at tað er tingið, sum avger hetta málið.


Andstøðan

Vit spurdu løgmann, um vandi ikki er fyri, at andstøðan á tingi fer at sýta fyri at vilja hjálpa samgonguni við einum trupulleika, sum hon ikki kann semjast um - og er tað ikki náttúrligt, at andstøðan fer at siga, at hetta er nakað, sum landsstýrið sjálvt má fáa uppá pláss!

-Var tað fyrr, so kundi tað verið so. Men nú vit hava fingið eina nýggja stýrisskipan er hetta alt broytt. Flokkarnir, sum settu Framtaksgrunnin á stovn í síni tíð, eru enn í tinginum og tá hetta er eitt so álvarsligt mál, má ein rokna við, at tingið fer at viðgera tað sakliga og ikki brúka tað politiskt.

Uppá fyrispurning hvørjar avleiðingar tað fær, um málið ikki verður samtykt í tinginum sigur løgmaður, at hann kann ikki hugsa sær, at tingið fer at fella tað.

-Men tað er púrasta ábyrgdarleyst, um tingið kortini fer at fella málið, tí tá verður talan um eina vanlukku fyri Føroyar.

Edmund Joensen sigur, at vit vita, hvat tá møguliga fer at henda og sum var við at henda, tá Framtaksgrunnurin kom inn í myndina.

-Tann strategiska fiskivinnan fer á útlendskar hendur, bæði íslendskar, bretskar og danskar, og tað er væl ikki tað vit ynskja. Men hetta er alternativið.

Løgmaður vísir annars á, at talan er um eina normalisering, sum nú fer fram. Tíðin er nógv broytt. Gamla Fiskavirking, sum varð gjørt, áðrenn Framtaksgrunnurin kom inn í myndina, átti øll virkini og forðaði fyri, at tey komu út aftur á privatar hendur. Nú fer so ein normalisering fram við tað, at 12 virki eru farin út til privatar. Tíverri er tað so ikki tann stóri áhugin fyri at keypa tey. Nøkur eru leigað og okkurt keypt. Men tað sær út til, at almennur peningur skal til har eisini. Eitt dømi er ætlanin á Sandi.

-So talan er ikki um nakra lætta uppgávu. Hetta er nakað, sum føroyingar mugu síggja sum eitt neyðugt tiltak, eftir at tann ringasta kreppan er av. Hetta er sum so ein neyðugur liður í normaliseringini, og tað nyttar ikki nú at sleppa endanum og lata alt fara. Tað trúgvi eg heldur ikki, at tingmenn finna seg í sigur løgmaður og leggur aftrat:

-Lata vit kortini grunnin fara, so fer prosessin í gongd, og alt skal avviklast. Tað kann tá taka fleiri ár og er púra meiningsleyst. Tað er eftir mínum tykki ein óhugsandi møguleiki.

Løgmaður leggur annars stóran dent á, at tað aktuella málið snýr seg bert um eina konvertering. Tað snýr seg ikki um persónar ella nevnd. Tann politiska viðgerðin av grunninum fer at koma seinni.


Eginkapitalur manglar alla staðni

Men hvat sigur løgmaður til tær atfinningar, sum eru komnar frá eitt nú virkinum á Kósini og fiskavirkinum í Gøtu móti at bjarga Framtaksgrunninum á henda hátt!

-Vit eru ikki einsamallir í verðini men eru uppi í móti sera sterkum kreftum í Íslandi, Noregi, Bretlandi og Danmark, og tað eru serliga feløg og fyritøkur, sum hava nógvan eginkapital, nakað, sum nettup er trupulleikin hjá føroyskari vinnu. Hon hevur ikki nokk av eginkapitali og tí so lítið ment, og júst tað er Framtaksgrunnurin ætlaður at bøta um. Hann er gjørdur fyri at seta eginkapital í fyritøkur, soleiðis at tær kunnu hava ein møguleika at kappast um rávøruna. Tað er nóg ringt, at so nógvur fiskur fer av landinum. Hevur ein so ikki tann neyðuga eginpeningin í fyritøkuni, soleiðis at ein kann vera við í kappingini og keypa og virka fisk, so verður avleiðingin, at enn meira fiskur fer av landinum.

Løgmaður nevnir sum dømi um, hvat aðrir gera, Royal Greenland, sum hevur kanska meira enn 300 mill. kr. í eginpeningi. Tað er styrkin í fyritøkunum, sum avger, hvussu nógv virksemi er í landinum.

Løgmaður hevur annars tiltrúgv til, at tað fer at ganga betur hjá Fiskasøluni, nú hon hevur slept sínum ætlanum í fremmandum londum so sum Kina og ístaðin er farin at leggja seg eftir okkara egna fiski.

-Men sær tað ikki svart út fyri føroyskari fiskivinnu og vinnu sum heild?

-Tað hevur altíð verið trupult at vera í fiskivinnu í Føroyum. Tað hevur tað eisini verið í øðrum londum. Teir, sum klára seg, eru teir, sum hava nokk av eginpeningi, og tað er júst hetta, sum hevur manglað í føroyskum vinnulívi. Framtaksgrunnurin er gjørdur fyri nettup at bøta uppá hetta. Tað stendur øllum frítt at søkja grunnin.

Løgmaður sigur annars, at ein orsøk til støðuna í dag er tann, at tað eru ov nógvir um at veiða fiskin og ov nógv um at virka hann. Tað verður ov lítið til hvønn. Og tá vinnan er so ótrygg vil eingin vága pengar heldur.


Vit kunnu ikki gevast

-Men kann ein ikki skilja fólk, at tey ikki vilja seta pengar í eitt vinnulív, sum ikki ber seg kortini?

-Tað er rætt. Men ein kann so kasta frá sær ella trúgva uppá, at tað er møguligt at gera tað uppá aðrar mátar, og tað er m.a. fyri at røkka hesum máli, at Framtaksgrunnurin er gjørdur. Tað er so ikki rætt at geva upp.

-Tað eru tey, sum siga, at verandi fiskivinna kann ikki føða meira enn 25.000 fólk!

-Vit hava ov nógv skip í mun til tað, sum vit fiska. Sama er galdandi við virkjunum. Tað er ov lítið av fiski til so nógv virki. Fiskivinnan á heimaleiðum ber bara eitt vist til skipini og til virkini, og tí er at finna alternativar vinnur.

Løgmaður vísir á, at vit hava funnið enn eitt bein at ganga á í alivinnuni, og eitt triðja bein, sum er við at fáa týdning, er ferðavinnan, og so vónar hann, at vit kunnu skipa so væl fyri, at vit eisini kunnu fáa eina oljuvinnu.