Føroyingar fingu 140 milliónir meiri í løn

Lønirnar í byggivinnuni, handilsvinnuni og flutningsvinnuni hækka mest, men tað gera almennu útreiðslurnar eisini. Vøksturin er minstur í framleiðsluvinnuni

Tað verður alsamt meiri og meiri at gera í Føroyum.

Hetta sæst á tølunum yvir lønarútgjaldið í teimum ymsu vinnunum.

Tey feskastu tølini hjá Hagstovuni vísa, at føroyingar hava fingið 140 milliónir meiri í løn teir fyrstu átta mánaðirnar í ár, afturímóti sma tíðarskeiði í fjør.

Tølini vísa, at frá januar til august í ár, vóru lønargjaldingarnar 2.410 milliónir krónur, afturímóti 2.270 milliónir sama tíðarskeið í fjør.

Lønargjaldingarnar hækka næstan yvir ein kamb, men enn eru tað í summum vinnugreinum, at tær minka.

T.d. minkaðu tær 10% í landbúnaðinum fyrstu átta mánirnar í ár.

Meiri hugvekjandi er tað kanska, at lønargjaldingarnar í fiskivøruídnaðinum eru minkaðar 12% fyrstu átta mánirnar í ár, afturímóti í fjør.

Men hinvegin eru lønargjaldingarnar til fiskimenn øktar úr 395 milliónum fyrstu átta mánaðirnar í fjør til 419 milliónir sama tíðarskeið í ár. Tað er 6%.

Í alingini er vøksturin 10%, og í vinnuligum tænastum er vøksturin 16%. Áðhugavert er eisini, at úgjaldingarnar hjá gistingarhúsum og matstovum hækkaðu 12%.

Nógv tann størsti vøksturin er í privatu byggivinnuni, sum vaks heili 44%, úr 44 milliónum fyrstu átta mánaðirnar í fjør, uppí 66 milliónir sama tíðarskeið í ár.


Framleiðslan minst

Verður vinnan býtt sundur í bólkar, sæst, at teir átta fyrstu mánaðirnar í ár, er tann størsti vøksturin í bygging, handli, flutningi og tænastuvinnuni

Í hesum vinnunum, eru lønargjaldingarnar hækkaðar 65 milliónir í januar til august í ár. Tað eru 7%.

Næstan líka nógv eru lønargjaldingarnar í almennum tænastum hækkaðar.

Tær eru hækkaðar 54 milliónir ella 7%.

Vøksturin er úr 823 milliónum fyrstu átta teir mánaðirnar í ár, til 877 milliónir í ár.

Minst eru lønargjaldingarnar hækkaðar í framleiðsluvinnuni, 16 milliónir, ella 2%.

Áhugavert er eisini, at lønargjaldingarnar hjá tí almenna eru væl størri enn tær í framleisluvinnuni og í byggivinnuni, handilsvinnuni, flutningsvinnuni og øðrum, privatum tænastum.

Men í 1991 var øvugt. Tá vóru lønargjaldingarnar íhjá tí almenna 1320 milliónir, men tær vóru 1421 í framleiðsluvinnuni og 1395 milliónir í øðrum, privatum vinnum.

Men so tók kreppan rættiliga yvirhond og almennu tænasturnar fóru uppum. Báði í 1993 og 1994 vórðu almennu tænasturnar skerdar, men síðani eru tær hækkaðar aftur.