við italskar miðlar og vísti á, at hann framvegis minnist at tað var sami maður, ið skoraði bæði málini móti honum seinast liðini vóru í bólki saman. Tá vann Italia 2-1 á Tórsvølli og 3-1 í Italia. Rógvi [...] eftir fóru teir á vøllin. Millum annað Andrea Pirlo, Antonio Cassano, Alberto Aquilani, Gianluigi Buffon og tann nógv umtalaði Mario Balotelli. Teir flestu sóu nakað kaldir út og høvdu húgvu á høvdinum. Venjingin [...] hann hann tosaði við føroysku børnini, ið vóru komin at heilsa upp á stjørnurnar úr Italia. Tað hevur fyrr verið fleiri fólk til venjing á Tórsvølli, men hetta er kann koma at vísa seg at verða eitt tað sterkasta
Eyðun Hansen á gittara var sum altíð fralíkur. Tað klæddi tónleikinum, at hava frálíka dobro spælið hjá Jákupi Zachariassen við. Teir báðir Jónleif Jensen á trummum og Pauli Magnussen á bassi, ið vanliga [...] upp til eina heldur intima framførslu, tá Martin Joensen, skuldi á pall í Kelduni, tí var tað heldur undrunarvert, at hann ikki var settur á skrá hóskvøldið, tá stólarøðini vóru inni í salinum í Kelduni, [...] vanliga spæla saman við Martini, vóru ikki við. Trummurnar vóru sleptar til hesa konsertina og nýggjur maður á bassinum var sonur Martin, Sakaris Joensen, ið nokk best er kendur sum bassleikari í Lama Sea og
John Faxe Jensen og hinir gul og bláklæddu hava víst aftur á síðsta leikumfarið undan summarsteðginum, tá Herfølge á heimavølli vann 3-2 á júst AaB, og sunnudagin var enn eina ferð staðfest, at Herfølge [...] verjan hjá meistaraliðnum var serliga sannførandi. Tað stóð á jøvnum, tá dysturin var hálvrunnin, men seks minuttir eftir steðgin kom hol á. Tommy Schram, sum áður hevur spælt í Brøndby, og sum í fjør [...] sum Jákup hevði álit á, at manngarðurin skuldi taka sær av. Í eina lítla løtu tóktist tað sum um Herfølge menninir hingu eitt sindur við høvdinum, John Jensen setti seg sjálvan inn á miðvøllin, og Jesper
rnar, so verður eisini lagdur dentur á at geva ungdóminum lestrarmøguleika í øðrum økjum enn bara høvuðsstaðnum, segði býarstjórin á Akureyri. Hann vísti eisini á, at teir høvdu góðar royndir, av komm [...] eins og tað føroyska samfelagið bygt á fiskivinnuna. Og eins og her heima hjá okkum hava íslendingar merkt niðurgongdina í fiskivinnuni. Men tað royna teir at bøta upp á eitt nú við bøttum samferðslukorum [...] ein dani í Føroyum, sum vísti á tað beint øvugta, at tað ikki bara var rætt. Undirsjóvartunnilin meiri brúktur Her heima verður nógv tosað um undirsjóvarsamband til Vágoynna. Á hesum øki hava íslendingar
vinstru, sum verður tókt, tá ið nýggi landsliðsvenjarin fer at flyta Súna Olsen fram á miðvøllin. Súni hevur verið fastur maður á vinstra vongverjanum seinastu árini. Tað hevur verið eitt sindur av óvissu um [...] at spæla við GÍ, og tað eru vit fegnir um. Vit leggja stóran dent á at varðveita lokala samleikan á liðnum í so stóran mun, sum tað á nakran hátt ber til, og í tí sambandinum er ikki minst Hanus Jacobsen [...] Síðsta kappingarár royndi Magni seg aftur sum spælara á besta liðnum, eftir at hann hevði verið burturi frá í eitt ár. Magni var tó ikki so nógv á GÍ liðnum, sum hann og teir í felagnum høvdu vónað, tí
Úrslitini hava verið so sum so. Eftir tap á heimavølli ímóti EB/Streymi, komu seks stig til høldar ímóti ÍF og TB. Síðani hevur gingið av skriðuni. KÍ hevur tapt á Eiði og á heimavølli ímóti GÍ, og mikukvøldið [...] tá ið KÍ var á Skála. - Eg havi lagt dent á, at vit skulu spæla og ikki sparka fótbólt. Tað kann gott vera, at úrslitini høvdu verið eitt vet betri, um vit høvdu havt lagt størri dent á verjuspælið og [...] vera í. - Vit høvdu tríggjar 16 ára gamlar og tveir seytjan ára gamlar á beinkinum. Skála setti tríggjar spælarar við 1. liðs royndum á vøllin í 2. hálvleiki. Tað sigur nógv um, hvussu støðan er í fólkag
og hetta var kostnaðarmikið. Og onkur kønur maður hevur mett, at tað skal nógvur peningur til á hvørjum vári, skal alt haldast viðlíka. Og krøvini til før á sjónum í dag er sera hørð. - Gott var, at hon [...] fullriggað við bryggju í Vági, meðan menn av Vágs Skipasmiðu kolfatraðu á dekkinum. Málað og í góðum standi er hon, eftir at hava verið ein túr á beding nakað herfyri. Í gjár seinnapartin stevndi Johanna út av [...] vatnskorpuna, og mangir, ið hava nýtt stóran part av lívinum upp á at halda lív í felagnum, hava blakað frá sær, tí eingin endi sæst á. Magni Eidesgaard sigur seg vóna, at sluppin einaferð kemur undir
politikki, í løgtingið sum varamaður fyri Signar á Brúnni. Og av tí, at tað er ógvuliga kalt ímillum Signar á Brúnni og Tórbjørn Jacobsen, kann hugsast, at Signar á Brúnni sigur »nei takk« til at fáa landsst [...] Tórbjørn Jacobsen kemur á ting og verður ein hóttan móti honum í Eysturoyar valdømi til komandi løgtingsval. Verið upp á tal fyrr Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at tað er upp á tal í Tjóðveldisflokkinum [...] gjørdu, at hetta varð av ongum. Tá Signar á Brúnni fór úr landsstýrissessinum í mars í fjør, og Tjóðveldisflokkurin skuldi seta nýggjan landsstýrismann, var aftur upp á tal, at Óli Holm skuldi fáa landsstýrissessin
Óli Johannesen verður aftasti maður á Hvidovre liðnum. Frank Skytte, fyrrverandi TB venjarin, hevur stórt álit á 50 landsdystar manninum, sum mikukvøldið var liðformaður á landsliðnum. Í Hvidovre vilja [...] einki serligt at fara á Brøndby stadion, har tað er lagt upp til stórt royksjov. Lagnudystur Herfølge fer í morgin í Gladsaxe í Keypmannahavn. Talan er um sannan lagnudyst ímóti AB. Á AB liðnum eru tríggir [...] rætta vegin. Illa sperda Herfølge liðið lítur nógv á málverjan í morgin. Liðið hjá Johan B. Hansen, OB, fær vitjan av Lyngby. JohanB. Hansen hevur ikki verið á liðnum hjá OB síðstu vikurnar, og tað mundi kennast
Hans á Lag hevur røkt miðverjasessirnar. Harumframt hevur Jón Rói eisini røkt sweeparasessin á yngru landsliðunum, men tað má tó metast sum ivasamt, hvørt Allan Simonsen torir at nýta unga leikaran á hesum [...] upp til at nýta á vøllinum og ikki á beinkinum, so tykist hetta samstundis at vera eitt meira ella minni farvæl fyri Kurt Mørkøre. Leygardagin taldist hann millum teirra, sum varð sitandi á beinkinum allar [...] fyri eyga at seta hann á beinkin í 90 minuttir. Gamaní var hetta eisini tað, sum hann gjørdi, tá Zwolle spældi leygardagin, men seinastu tíðina hevur hann annars verið heilt nógv á vøllinum. Jón Rói í verjuna