Allir til pumpurnar í Klaksvík

Venjarin heldur avrikið í fyrra umfarinum var góðkent, og at seinna umfarið var góð staðfesting av, hvussu støðan í fótbóltinum er í stolta fótbóltsfelagnum



Oddbjørn Joensen hevur verið venjari í barndómsfelagnum í seks vikur. Úrslitini hava verið so sum so. Eftir tap á heimavølli ímóti EB/Streymi, komu seks stig til høldar ímóti ÍF og TB. Síðani hevur gingið av skriðuni. KÍ hevur tapt á Eiði og á heimavølli ímóti GÍ, og mikukvøldið var aftur galið, tá ið KÍ var á Skála.
- Eg havi lagt dent á, at vit skulu spæla og ikki sparka fótbólt. Tað kann gott vera, at úrslitini høvdu verið eitt vet betri, um vit høvdu havt lagt størri dent á verjuspælið og ikki farið fram á vøllin. Men eg haldi ikki, at tað hevði verið serliga mennandi.
Oddbjørn Joensen heldur tað vera púra burturvið, um tað verður droymt um, at KÍ undir verandi umstøðum skal vera við í toppstríðnum . Hann vil ikki gera so nógvar ítøkiligar viðmerkingar. Í gjárkvøldið skuldi fun dur vera í Klaksvík, har hættisliga støðan skuldi viðgerast.
- Í 1. hálvleiki var eg nøgdur við avrikið. Okkara hildu seg til tað, sum vit høvdu avrátt. Í 2. hálvleiki, tá ið ferðin bleiv eitt sindur hægri, datt alt sundur. Okkara royndu at renna og stríðast, tá ið teir høvdu bóltin. Tá ið vit so endiliga fingu bóltin, gloymdu spælararnir at flyta seg fyri bólthaldaranum, sum harvið beinanvegin kom í tronga. Tað var langt frá nóg gott, heldur Oddbjørn Joensen.

Skeiv samanseting
Klaksvíkingar høvdu ein 16 ára gamlan millum teir fyrstu ellivu, og ein annar ungur maður royndi seg fyri fyrstu ferð ímillum teir fyrstu ellivu. Fleiri av teimum, sum áttu at verið roknaðir millum stuðulsspælararnar, tóktust ógvuliga tungir og ikki í venjingarstøðuni, sum tað eigur at verða roknað við, at spælarar í bestu deildini skulu vera í.
- Vit høvdu tríggjar 16 ára gamlar og tveir seytjan ára gamlar á beinkinum. Skála setti tríggjar spælarar við 1. liðs royndum á vøllin í 2. hálvleiki. Tað sigur nógv um, hvussu støðan er í fólkagrundarlagnum í KÍ, heldur venjarin.
Um tríggjar vikur kemur danskur verjuspælari og miðvallari til Klaksvíkar. Tað er neyðugt við meiri fólki, og Oddbjørn sigur seg fegnan vilja hava veteranarnar, sum fyri stuttum eru givnir, at hjálpa til.
- Jan Andreasen, sum var leikbannaður, saknaðu vit hesa ferð. Hann hevur verið stak óførur, síðani eg kom til KÍ. Fyri KÍ hevði tað havt stóran týdning, um t. d. Jan Joensen, Harley Bertholdsen og Allan Joensen høvdu hjálpt til. Ungir spælarar eiga at venja seg so spakuliga at spæla í 1. deild. Sum støðan er í løtuni, so eru teir noyddir at taka høvuðsleiklutir á seg, og tað er ikki rætt. Men tað hevur verið neyðugt, staðfestir KÍ venjarin.