Óli Holm, varaskúlastjóri í Vági og aðalstjórnarformaður Tjóðveldisfloksins, verður um vikuskiftið valdur at avloysa Tórbjørn Jacobsen í sessinum sum landsstýrismaður í mentamálum.
Hetta veit Sosialurin frá keldum innarliga í Tjóðveldisflokkinum.
Sum skilst verða tvey uppskot til nýggjan landsstýrismann. Ein partur av Tjóðveldisflokkinum ætlar sær at skjóta upp, at Signar á Brúnni, sum misti landsstýrissessin vegna illgruna um óreglusemi, men síðani varð reinsaður, skal fáa landsstýrissessin aftur.
Men tekur Signar sessin aftur, sleppur Tórbjørn Jacobsen, sum í gjár reyk út úr føroyskum politikki, í løgtingið sum varamaður fyri Signar á Brúnni. Og av tí, at tað er ógvuliga kalt ímillum Signar á Brúnni og Tórbjørn Jacobsen, kann hugsast, at Signar á Brúnni sigur »nei takk« til at fáa landsstýrissessin aftur, fyri at sleppa undan, at Tórbjørn Jacobsen kemur á ting og verður ein hóttan móti honum í Eysturoyar valdømi til komandi løgtingsval.
Verið upp á tal fyrr
Hetta er tó ikki fyrstu ferð, at tað er upp á tal í Tjóðveldisflokkinum at velja Óla Holm til landsstýrismann. Longu tá samgongan varð skipað, vóru fólk í flokkinum, ið ynsktu, at Óli Holm skuldi gerast landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum. Men ymisk viðurskifti gjørdu, at hetta varð av ongum.
Tá Signar á Brúnni fór úr landsstýrissessinum í mars í fjør, og Tjóðveldisflokkurin skuldi seta nýggjan landsstýrismann, var aftur upp á tal, at Óli Holm skuldi fáa landsstýrissessin. Men tingmaðurin, Hergeir Nielsen, sum eisini er úr Vági, skipaði saman við ørðum í flokkinum fyri, at Óli Holm heldur ikki hesaferð fekk sessin.
Sosialurin skilir frá keldum í Tjóðveldisflokkinum, at Hergeir Nielsen kendi Óla Holm sum eina hóttan móti sínum tingsessi til komandi val.
Hesa triðju ferð rokna fólk í Tjóðveldisflokkinum kortini við, at tað fer at eydnast at fáa Óla Holm í landsstýrissessin.
Drúgvar royndir
Hóast Óli Holm ikki hevur verið serliga nógv frammi í politisku myndini í Føroyum, hevur hann kortini drúgvar royndir innan politiskt arbeiði. Í 1993 varð Óli Holm valdur til formann í flokkinum. Hendan sessin varðveitti hann til í fjør, tá skipanin varð broytt, og flokkurin fekk politiskan formann.
Óli Holm hevur kortini enn álitissess í Tjóðveldisflokkinum. Tá nýggi bygnaðurin bleiv samtyktur, vað Óli Holm valdur til formann í aðalstjórn floksins.
Óli Holm er føddur í apríl 1945, hann er útbúgvin lærari og hevur verið varaskúlastjóri í Vági síðani 1973. Óli Holm er kendur sum ein ógvuliga umhugsin og róligur maður, ið fremur síni avrik í tí stilla, uttan at varpa ljós á seg sjálvan. Flest fólk kenna helst Óla Holm frá arbeiði hansara í Fótbóltssambandi Føroya.
Sosialurin hevur roynt at fáa viðmerking frá Óla Holm um tíðindini um, at hann skal gerast landsstýrismaður, men hann hevur onga viðmerking.










