Súni innkallaður

Súni Olsen kom til Føroya sunnudagin, men spurningurin tykist vera, hvør verður fluttur aftur í verjuna fyri Óla Johannesen


 

Landsliðið


Tá Óli Johannesen fekk gult kort móti sveisarum, varð samstundis greitt, at nýggjur maður skuldi finnast til landsliðshópin til dystin móti Jugoslavia. Óli taldist nevnliga millum teir leikarar, sum ikki toldu at fáa gult kort, og tí er hann nú leikbannaður til dystin mikudagin.


Súni komin við

Um døgurðaleitið sunnudagin kom so Súni Olsen til Føroya úr Hollandi, har hann sum kunnugt er yrkisleikari við FC Zwolle, sum júst nú stríðist fyri at vinna sær sæti í bestu hollendsku deildini.

Tað áhugaverda við hesum er, at Allan Simonsen í øllum førum hevur frátikið Súna møguleikan at spæla komandi dystin hjá Zwolle í spælinum um upp- og niðurflyting.

Sjálvandi skal landsliðsvenjarin fyrst og fremst hugsa um landsliðið, og ikki um hann tekur leikarar frá feløgunum, sum teir hava sáttmála við, men hinvegin kann tað tykjast løgið, um Súni togaður upp til Føroya við tí fyri eyga at seta hann á beinkin í 90 minuttir. Gamaní var hetta eisini tað, sum hann gjørdi, tá Zwolle spældi leygardagin, men seinastu tíðina hevur hann annars verið heilt nógv á vøllinum.


Jón Rói í verjuna

Møguliga er støðan soleiðis, at Allan Simonsen hevur tikið Súna út sum álopsspælara, við tí fyri eyga at nýta Jón Róa Jacobsen í verju- heldur enn álopspartinum. Hetta kappingarárið hevur Jón Rói skarað framúr í HB verjuni, har hann fyrst saman við Jóhannis Joensen og síðani Hans á Lag hevur røkt miðverjasessirnar.

Harumframt hevur Jón Rói eisini røkt sweeparasessin á yngru landsliðunum, men tað má tó metast sum ivasamt, hvørt Allan Simonsen torir at nýta unga leikaran á hesum posti í einum somikið torførum dysti.


Hvat við Kurt

Um tað verður Jón Rói, sum verður tikin aftur í verjuna fyri Óla, og um Súni Olsen er tikin upp til at nýta á vøllinum og ikki á beinkinum, so tykist hetta samstundis at vera eitt meira ella minni farvæl fyri Kurt Mørkøre. Leygardagin taldist hann millum teirra, sum varð sitandi á beinkinum allar 90 minuttirnar, og tað er greitt, at skal hetta framyvir verða leiluturin hjá Kurt, er ivaleyst størri nytta í at taka ein av yngru monnunum, sum eru onkustaðni í landsliðsmyndini, inn á liðið. Um ikki annað so bara fyri at lukta til atmosferuna kring ein slíkan dyst.

Alt hetta eru tó bara gitingar, tí tað kann sjálvandi væl verða, at Kurt fer at teljast millum menninar á vøllinum mikudagin.Um so er, verður hetta allarbelst í verjupartinum, tí tað tykist sannlíkt, at annað hvørt royndi klaksvíkingurin ella ungi havnarmaðurin verða fluttir aftur, tí Allan hevur neyvan tikið ein álypara út fyri ein verjuleikara, uttan so at onkur annar kann setast aftur ístaðin.