Veðrið hevði hildið sær allan dagin, men nú var bæði vindur og regn. Ein fyri og annar eftir fóru teir á vøllin. Millum annað Andrea Pirlo, Antonio Cassano, Alberto Aquilani, Gianluigi Buffon og tann nógv umtalaði Mario Balotelli.
Teir flestu sóu nakað kaldir út og høvdu húgvu á høvdinum. Venjingin byrjaði við eitt sindur av upphiting og síðani spældu teir ein dyst á hálvum vølli.
Dysturin var stuttur og fyrstur av vøllinum var ein kaldur Antonio Cassano. Í sokallaðu »mix-zone’ini« vóru fjølmiðlarnir saman við nøkrum av viðhaldsfólkunum og gjørdu samrøður og heilsaðu upp á leikararnar.
Millum teir prátingarsomu var málmaðurin, Gianluigi Buffon. Hann tosaði dúgliga við fjølmiðlarnar og annarhvør setningur endaði við einum smíli. Eisini Giueseppi Rossi tók sær góða tíð at práta við italsku fjølmiðlarnar.
Kendasti maðurin hesi megin mix-zone’ina var uttan iva fyrrverandi Chelsea venjarin, Claudio Ranieri. Hann er viðmerkjari á italskum sjónvarpi. Fleiri av italsku viðhaldsfólkunum vístu honum stóran ans. Fyrrverandi venjarin vísti seg eisini frá síni sympatisku síðu, tá hann hann tosaði við føroysku børnini, ið vóru komin at heilsa upp á stjørnurnar úr Italia.
Tað hevur fyrr verið fleiri fólk til venjing á Tórsvølli, men hetta er kann koma at vísa seg at verða eitt tað sterkasta landsliðið vit nakrantíð hava møtt. Sterkari enn tá Italia kom hendan vegin sum heimsmeistari í 2007.
Heldur 1-0 enn 2-1
Málmands legendan í italska málinum, tann 33-ára gamli Gianluigi Buffon, ætlar ikki at føroyingar skulu fáa mál aftur hesa ferð.
– Eg vil heldur vinna 1-0 enn 2-1, segði hann við italskar miðlar og vísti á, at hann framvegis minnist at tað var sami maður, ið skoraði bæði málini móti honum seinast liðini vóru í bólki saman.
Tá vann Italia 2-1 á Tórsvølli og 3-1 í Italia. Rógvi Jacobsen skoraði bæði føroysku málini.
– Eg minnist at eg mátti gera eina góða bjarging móti endanum av dystinum, fyri at tryggja okkum sigurin, segði hann víðari.
Deiligt at koma til Føroyar
Hóast Gianluigi Buffon livir eit lív, sum tey flestu bara kunnu droyma um, so dámar honum væl at koma ti Føroyar av og á. Hann var eisini við í 2007.
– Mær dámar væl at koma til eitt tílíkt stað har tað er friðarligt og tú kanst hugsa um lívið, segði ein blíður Gianluigi Buffon við italsku miðlarnar.
Juventus málverjin hevur spælt 106 landsdystir fyri Italia og hevur umframt Juventus, bara umboðað barndómsfelagið, Parma.