Formaður í fiskidaganevndini er Óli Samró og skrivari er Hertha Olsen. Uppgávan hjá fiskidaganevndini er at lata landsstýrismanninum metingar um støðuna í botnfiskastovnunum og tilmæli um fiskidagar, eins og nevndin [...] Føroyum. Um toskin annars, sigur nevndin, at veiðan seinastu 12 mánaðirnar hevur verið 11.355 tons, sum er tað minsta, ið veitt er av toski seinastu 10 árini. - Toskaveiðan býtt eftir stødd er støðug. Nógv [...] Fiskidaganevndin heldur, at nógv er til av æti á øllum leiðum, eisini á Føroyabanka, og at fiskurin undir Føroyum sum heild er væl fyri. - Okkara meting er, at nóg mikið er til av føði, sigur hon. Stór hjáveiða
Fjølmiðlamaður, rithøvundur og yrkjari. Finnbogi er ikki bert kendur sum politikkari, men eisini sum fjølmiðlamaður, rithøvundur og yrkjari. Nú Finnbogi er farin, missa føroyskir journalistar og fjølmiðlafólk [...] fremmandum máli, er eingin løtt uppgáva, men Finnbogi hevur megnað hetta meistarliga væl. Tað, sum er felags fyri allar hansara bøkur, bæði tað hann sjálvur hevur skapt og tað hann hevur umsett er, at málburðurin [...] við og tykkum báðum Jón og Høgna - við bøn um, at hann, ið øllum valdar gevur tykkum styrki at koma gjøgnum sorgina. Vit drýpa høvur og ynskja frið yvir minnið um Finnboga Ísakson. Signar á Brúnni
-Spurningurin er tí, um tað finnast føroyskar lógir og reglur, sum kunnu taka við avbjóðingini frá Greenpeace og steðga tiltøkum, ella um her tvørturímóti er eitt rættarligt vacuum. Um so er kann hugsast [...] fyri leitingina. -Eg veit ikki, um Greenpeace fer at gera nakað á føroyskum øki. Teirra styrki er jú, at teir einki siga um hetta frammanundan. Men tað skal undra meg, um ikki Greenpeace, sum jú hevur sett [...] Danmarkar, men tað eru so eisini fyrimunir at fara til Aberdeen. Spurningurin um kostnað, nú vit ikki eru partur av ES, er sjálvandi nakað, sum kann tyngja, men ráð eiga at vera fyri tí. M.a. fáa føroyingar
bygd og biður um at fáa atgongd til lógina. Men duravørðurin sigur seg ikki kunna lova honum inn nú. Maðurin hugsar seg um og spyr so, um hann kanska seinni fer at kunna sleppa inn. “Tað er møguligt,” sigur [...] Rabin eru dømir um, at politikarar, sum velja hesa frælsiskós, ofta fáa ótakk afturfyri, ella eina uppaftur verri lagnu, Nelson Mandela í Suðurafrika er hinvegin eitt dømi um, at tað øvugta er møguligt. Annars [...] fanga. Í hølunum á teimum er eitt týskt herlið. Ein morgunin vakna teir úti í natúrini og síggja sólina rísa yvir kambinum á fjallinum Ida. Nú eiga vit at minnast til, at tað er kríggj, at týskarar og bretar
alið kann brúkast sum eitt løgtingsvalbarometur skulu vit ikki gera nakra niðurstøðu um. Men tað er spell, um so er, at úrslitið kann tulkast sum ein afturvendan til polariseringina, til eina antin ella [...] stjórnina. Tíðin er komin til, at formenninir fyri allar teir stóru flokkarnar her á landi taka lógvatak saman, nú stórar altjóða avbjóðingar standa fyri framman. Tað ræður um at samla heldur enn um at spjaða [...] ein sterkan og virðiligan samráðingarpart mótvegis donskum myndugleikum. Síðani er tað Tjóðveldisflokkurin og Høgni. Tað er nú eitt ár síðani, at Tjóðveldisflokkurin "sprongdi" táverandi samgonguna við vilja
bæði í gerandisdegnum og í innkeypskurvini. Og tað er neyðugt. Tað er rætt. Og tað er rættvíst. -- Góði landsfundur. Nú vit tosa um rættvísi. Tað er og verður órættvíst, at lønarhækkingar verða latnar [...] Gerandisdagurin er undir trýsti. Og truplari er at fylgja dreymunum. Men góða søgan er hon, at politiskar raðfestingar kunnu ávirka, hvussu vit hóra undan. Vit fóru til val við lyftinum um at lætta um gerandisdagin [...] eru komin langt, og vit kunnu vera errin av okkara fólkaskúla. Men kortini eru nøkur viðurskifti, sum vit mugu gáa um. Skíggjanýtslan er farin upp. Lesiførleikin er farir niður. Fráveran er farin upp.
granskarum eru samdir um, at global warming er mannaskapt, so er tað kanska ikki so løgið. Tankin um at gera vísindi til eitt demokrati er eisini burturvið. Vit kunnu ikki atkvøða um 1+1 er 2. Vísindi eigur [...] hon er bara ikki sonn, og tað hava tey á CNN nú endiliga viðgingið. Og tað er einki nýtt í heimsøguni, at “samd”vísindi er heilt av leið. Flestu hava helst hoyrt um gomlu teoriina um, at jørðin er fløt [...] sum heild. Olja er ikki ein spurningur um antin ella, heldur ein spurningur um at leggja afturat olju við "varandi orku". Veðurlagsaktivisma, sum nú er farin at gera um seg í Føroyum, er sera egoistisk
dómkirkjuni, mundu verað samd um, at hendan jarðarferðin lýsti persónin Regin til fulnar. Saknurin og tómrúmi í grannalagnum her í Tjarnarlág er stórt, nú eingin Regin er at síggja meira, tí her í gøtuni [...] sum rakti tykkum so brádliga, við ynski um, at Harrin ríkliga skal signa og styrkja tykkum í sorgini. Við hesum orðum vil eg lýsa frið og æru yvir minnini um kæra og trúfasta vin mín Regin Hansen. Páll [...] við Hoyvíkstjørn meðan húsini stóðu í ger, tá var tað meira frítt enn tað er í dag, hús okkara og trý onnur stóðu tá í ger har um leiðir. Tað var mangan hugnaligt at fara framvið, og sita og nýta ein kaffimunn
úrsliti. Hann fekk nevniliga trý 12 tøl, sum er hægsti karakterur yvirhøvur, og tvey 7 tøl, sum er yvir miðal. - Eg fekk 12 í skipsteknikki, sjóreglum og í tólum, sum er at brúka radara, GPS o.s.fr., sigur Einar [...] vóru tað nógv, sum stúrdu fyri, hvussu tað mundi fara at ganga, og um hann fór at klára at lesa tær bøkurnar, ið kravdust. Men nú skeiðið er endað, hevur hann gjørt øllum teimum ivandi sálunum til skammar [...] yrki. Men tað hevur Einar langt síðani tikið støðu til. Sjógvurin er hansara stóri áhugi. Hann tímir ikki yvirhøvur við seyði og fótbóltur sigur honum púra einki. Hjá honum er tað bara sjólívið, sum hevur
beinki. Eingin hugdi til mín. Nú kemur ein maður inn. Hetta er Jakku við Stein. Hann kemur at tosa við meg. So spyr hann, um eg hevði fingið nakað at eta. Nei, eingin hevði talað um tað. Tað skuldi hann orðna [...] uppá kamp um, hvussu nógv sement skuldi blandast í sandin. Ringar tíðir 30-árini vóru ring alla staðni og ikki minst í Havn. Skipini komu heim og sluppu ikki av við fiskin. Um tað var farið út á fjørðin [...] Her varð eg so aftur lagdur í eina song við hús. Hetta tók eina langa tíð, tá eg eisini gekk við høkjum. Alt hetta árið fór sum tað var. Aftur var eingin sosialhjálp av nøkrum slag. Eg hevði lán í húsinum